TB og finalistarnar vunnu

Bert tríggir dystir vóru spældir í flogbólti um vikuskiftið, og vóru teir allir í Meistaradeildini hjá kvinnum. Báðir finalistarnar frá steypafinaluni byrjaðu landskappingina aftur við sigrum, eins og TB á heimavølli bastu einum skerdum KÍF liði

FLOGBÓLTUR

 

Ungu TB kvinnurnar settu sær sum mál, áðrenn dystin, at KÍF skuldi sendast norð um suðuroyarfjørð aftur, við tapi í hendi, og so var.

 

Byrjaðu væl

TB kvinnurnar løgdu væl fyri, longu í fyrsta setti, og góðar servur, umframt at allar kempaðu sera væl fyri hvørji aðrari, hevði við sær, at málið, tær høvdu sett sær undan dystinum, var rokkið.

Tey bæði fyrstu settini vóru rættuliga meinlík, og TB fór við teimum báðum, men so er tað triðja settið, ið altíð tykist trupult at vinna. Men við fýra dystarbóltum á rað móti endanum, eydnaðist tað TB at knúgva skerda KÍF liðnum, og harvið vinna sær tvey kærkomin stig í stríðnum um fjórða ella fimta pláss.

 

Vit vóru væl betur

Virgar Djurhuus, ið er venjari hjá TB metir, at heimaliðið vann ein uppibornan sigur, og at tær allar sum ein kempaðu fyrimyndarliga.

- Hóast KÍF millum annað var Guðrið Syderbø fyri uttan, ið er í lestrarørindum í Danmark, so royndu tær eftir besta førimuni at fáa samanhangandi spæl, og onkuntíð eydnaðist tað teimum eisini. Men okkara gentir vístu í dag, at tær als ikki ætla sær at bakka. Vit ætla okkum onkrar sigrar afturat í ár eisini, sigur Virgar, ið metir seg hava góðar vónir til írestandi dystirnar í kappingarárinum.

 

Ikki lætt at byrja aftur

ÍF kvinnurnar vóru ikki líka uppsettar í dysti teirra um vikuskiftið, sum tær vóru í síðsta vikuskifti til steypafinaluna, men hóast hesa sannroynd, so vunnu tær móti Drátti, og eru harvið enn beint í hølunum oddaliðnum SÍ.

Dráttur hevði eina betri byrjan í fyrsta setti, men ÍF kvinnurnar megnaðu tó at vinna settið 25-23. Nógvar misskiljingar vóru í spælinum hjá ÍF, og tær hildu ikki sínar avtalur sum tær høvdu sett sær fyri undan dystinum. So dysturin bleiv sera spennandi til tíðir.

ÍF megnaði tó at vinna 3-1 á Drátti, og eru tískil bert tað eina stigið frá oddaliðnum SÍ.

Seinasti dysturin hjá ÍF, er á heimavølli móti júst SÍ, har tær hava møguleika til at endurtaka bragdið frá í fjør, tá tær vunnu á stokkinum, í samsvarandi endaliga dystinum. Men tað fer uttan iva at vera ein torfør uppgáva, tí SÍ kvinnurnar ætla sær ikki at kapitulera, eins og tær gjørdu í steypafinaluni.

 

Botnur móti oddi

Seinasti dysturin í Meistaradeildini hjá kvinnum var í Havn, har botnliðið Fleyr tók móti oddaliðnum SÍ. Sum stigatalvan eisini vísur, so er stórur munur á liðunum, og tað var tað eisini sunnudagin. SÍ vunnu greiðan sigur áljóðandi 3-0, og eftir settúrslitunum at døma var stóri munurin, sum man kundi vænta sær, komin til sjóndar.

Karin Mikkelsen, segði eftir dystin, at SÍ genturnar vóru sera nógv uppsettar til at vaska eyðmíkjandi ósigurin í steypafinaluni av sær aftur, og at fáa sjálvsálitið upp aftur.

- Vit stillaðu við sterkastu uppstilling, so at vit aftur knudu vísa, at finalan var ein keðiligur dystur, ið ikki hendur aftur. Vit vunnu samanumtikið sera greitt, sigur Karin Mikkelsen, ið er liðforkvinna á oddaliðnum úr Sørvági.