TB megnaði Skírisdag framúr úrslit í Streymnesi. 1-1 ímóti EB/Streymi á útivølli gevur mót undan avbjóðingini ímóti meistarunum í B36, hóast dysturin verður á Vágseiði og ikki á nýggja vøllinum í Trongisvági, sum ikki er góðkendur enn.
Í Streymnesi varð vongverjin Tórur Mortensen vístur av vølli, og hann er tískil leikbannaður ídag.
-Eg var nøgdur við spælið í Streymnesi, men í avgerandi støðunum eru vit ikki nóg fokuseraðir. Tað hava vit arbeitt við, sigur TB venjarin Milan Kuljic.
Miðverjin Sekou Tidiane Souare er ikki við í B36 fverðalagnum í Suðuroy. Fríggjakvøldið boðaði B36 leiðslan frá, at miðverjin er givin í felagnum.
Í steypadystinum í Gøtu 2. páskadag var Atli Danielsen miðverji, og hann man vera besta boðið upp á plássið undir liðini á Jonas Flindt Rasmussen.