Hóast SÍ ikki hevði sína sterkastu uppstilling á vøllinum, tá KÍF vitjaði í Sørvági í gjár, slapst ikki undan, at hetta var tað, sum í kvinnuflogbólti líktist mest einum dysti millum Dávid og Goliat. Her var munurin bara tann, at tann størri vann á tí minna, tí SÍ greiddi setningin og vann væntaða sigurin.
Á Giljanesi máttu fimm sett til, áðrenn TB hevði bast Drátti, sum í farnu viku spældi tveir tungar dystir ímóti Fleyr. TB kom á odda 2-0 í settum, men so mannaði Dráttur seg upp, so dysturin endaði sum fimmsettari. Í fimta og avgerandi settinum setti TB tó tingini upp á pláss og varðveitti sostatt næstfremsta plássið.
Triði dysturin var í Klaksvík millum Mjølnir og Fleyr, og her endaði Mjølnir sum vinnari, eftir at Fleyr annars hevði fingið betru byrjanina. Sigurin merkti, at Mjølnir framvegis hevur samband við TB, meðan Fleyr ? eins og Dráttur ? dragnaði nakað í kappingini um finalusess.
Eik-ligan, kvinnur
SÍ-KÍF 3-0 (25-14, 25-11, 25-7)
Dráttur-TB 2-3 (18-25, 21-25, 25-23, 25-23, 9-15)
Mjølnir-Fleyr 3-1 (19-25, 25-15, 25-21, 25-22)