Er tað nøkur ítróttagrein, sum er skjót á sjóvarfallinum, má tað vera flogbóltur. Longu sunnudagin fingu tvey feløg tryggjað sær pláss í steypafinaluni, sum ikki verður fyrr enn leygardagin 15. februar ? næsta ár?
Tað er einki óvanligt í tí, tí tað eru FK-kappingin um heystið og NS Cup-kappingin beint eftir nýggjar, ið virka sum eitt slag av hálvfinalum í flogbóltskappingini, og vinnararnir í teimum kappingunum fáa afturfyri eitt pláss í sjálvari steypafinaluni.
FK-kappingin varð spæld um vikuskiftið. Leygardagin møttust meistaraliðini hjá kvinnum í Gundadalshøllini og hjá monnum í Hoyvíkshøllini, og sunnudagin vóru finalurnar spældar í Gundadalshøllini.
Kvinnurnar spældu sítt innleiðandi umfar í tveimum bólkum, har TB, ÍF og Fleyr vóru í øðrum bólkinum, og Mjølnir, Dráttur og KÍF í hinum bólkinum.
Tvey tey bestu møttust so í hálvfinalunum, og vinnararnir av teimum endaðu í finaluni sunnudagin. TB vann 2-0 í sínari hálvfinalu á Drátti og ÍF vann 2-0 á Mjølnir, so tí komu TB og ÍF í kvinnufinaluna.
Hjá monnum eru fimm lið í meistaradeildini, og tey spældu tí øll móti øllum ? Fram, Fleyr, SÍ, ÍF og Mjølnir ? og tvey tey bestu komu í finaluna. ÍF vann, uttan at tapa nakran dyst, og SÍ gjørdist nummar tvey, við bara at tapa sín dyst móti ÍF.
TB sannførandi
Kvinnurnar hjá TB, sum síðsta kappingarár vunnu »greipuna«, vóru rættiliga sannførandi í finaluni móti ÍF, sum tær eisini vunnu 3-0. Settúrslitini vóru 25-17, 25-20 og 25-22.
Sum heild var TB nógv tryggari í grundspælinum, og haraftrat hevði ÍF ofta langar løtur, har servumóttøkurnar als ikki riggaðu, og tað var nakað, tær í TB vóru skjótar at sekta.
Hvørja ferð kom ÍF kortini fyri seg aftur, men sum oftast so mikið seint, at TB longu var farið avstað og kundi avgera settini, sjálvt um ÍF hevði fingið eisini sítt spæl at koyra.
At TB hevur fingið Gudrid Nolsøe aftur, umframt at Popuvic-systrarnar vísa styrki, er ein ábending um, at TB ikki verður lætt at syfta í vetur. Men eisini ÍF vísti í kappingini um vikuskiftið góðar taktir, og útlendski styrkurin á liðnum er góður.
SÍ kendi løtuna
Hóast menninir hjá ÍF í innleiðandi kappingini høvdu vunnið allar dystirnar og ikki minst tann móti SÍ, so vóru tað sørvingar, ið komu burtur úr finaluni sum vinnarar við einum 3-1 sigri.
Men settini vóru jøvn, sum úrslitini eisini vísa: 19-25, 25-22, 29-27 og 27-25. Til tað síðsta royndi ÍF at bíta frá sær, og í báðum teimum síðstu settunum mátti spælast upp um 25, áðrenn vinnarin var greiður.
Munurin á liðunum var uttan iva Rajko Petrovic, ið spældi ein ótrúliga góðan finaludyst. Hann vann alt, sum hann sló ? bæði frammarlaga og aftarlaga á vøllinum ? og ÍF fekk ongantíð ordiliga fatur á honum í øllum dystinum.
Yvirhøvur stríddust teir á SÍ-liðnum sera væl og vunnu servurnar aftur beinanvegin, so ÍF ongantíð slapp í gongd. Onkur sett fekk ÍF sloppið sær framum við fýra ella fimm málum, men so svaraði SÍ aftur og helt leiðsluni til endans.