TB roknar við framtíð í fremstu røð

Sambært Suðuroyarportalinum hava málverjin Ivan Stojkovic og miðvallarin Rógvi Joensen í vikuni, sum fór, skrivað undir nýggjar sáttmálar við TB. Bæði teir og felagið vóna og rokna við, at tað eisini næsta ár verður í fremstu røð, at TB skal spæla.

Í dag skal TB spæla fyri lívinum í Runavík. Hóast heimaliðið ikki tykist hava so nógv at spæla fyri, so kenna teir sjálvir tað ikki soleiðis:

-Fremsta málið í ár hjá nýggju manningini var at sleppa undan niðurflytingini. Tí málinum hava vit tíbetur rokkið, men tað vil ikki siga tað sama, sum at kappingarárið er liðugt fyri okkara viðkomandi, sigur tryggi NSÍ málverjin Kristian Joensen, sum vísir á nýggja málið, ið hann og liðfelagarnir hava sett sær í trimum teimum síðstu umførunum:

-Málmunurin hjá okkum er eftir 3-1 tapið í Fuglafirði -3. Vit hava sett okkum fyri, at málmunurin skal vera positivur, tá ið 27. umfar er av. Tað er upp til okkum at gera tað av. Um tað fer at røkka til meiri enn 7. plássið fer tíðin at vísa.

Jens Joensen er tøkur aftur eftir leikbannið i Fuglafirði. Allir NSÍ spælararnir eru tøkir uttan Andras Frederiksberg. Gula kortið, sum hann sá í Fuglafirði seytjan minuttir undan leikloki, var tað fimta í ár, og tí er hann leikbannaður.

Hóast stigatalvan boðar frá, at TB framvegis er í tungum sjógvi, so er lagið gott, og avrikini seinastu vikurnar hava vitnað um, at spælararnir stríðast fyri møguleikanum. Tapið í Vági og tepra heimatapið ímóti ÍF vóru dyggir smeitir, men eftir javnleik í Klaksvík og á heimavølli ímóti Víkingi tykist liðið vera komið á beint aftur:

-Vit hava spælt tveir góðar dystir, og vit trúgva upp á tað. Nú er tað upp til okkum sjálvar at gera av, um vit skulu halda fram í bestu deildini, og tí møguleikanum ætla vit at taka av, sigur liðformaðurin Óli Johannesen, sum hevur tikið sera stóra ábyrgd á seg.

Allir TB spælararnir eru klárir at fara um Suðuroyarfjørð og til Ruanvíkar.

Tá ið TB í 2. umfari var við Løkin, vann heimaliðið 2-0.