TB hevur gjørt sáttmála við tríggjar av ungu spælarunum í felagnum. Talan er um Andreas Midjord, Martin Bogason Johannesen og Gilla Pálsson Augustinussen.
- Her hendir nógv spennandi og positivt í felagnum fyri tíðina – sjáldan hava okur havt so nógvar evnaríkar, ungar leikarar í hópinum og tað er einki minni enn fantastiskt og sera hugaligt fyri framtíðina. Royndasti av spælarunum í hesum umfarinum, er 19 ára gamli, evnaríki hvalbingurin Andreas Midjord, ið sat úttanfyri við skaða meginpartin av árinum í ár. Andreas spælir vanliga í miðjuni ella álopinum og er skrásettur fyri 72 dystir fyri besta ella næstbesta liðið hjá TB, skrivar TB og leggur afturat:
- Martin Bogason Johannesen var við í hópinum í ár og einki er at ivast í, at debutin á besta liðnum fer at koma í ár. Martin er júst vorðin 20 ár og evnini eru eyðsýnd. Gilli Pálsson Augustinussen er júst vorðin 20 ára gamal. Hann er skrásettur fyri 28 dystir í vaksnamannadeildini hjá TB og er ein stinnur miðvallarleikari.
Markus Thorberg er nýggjur venjari.