TB sendi B36 út

Skírisdag vórðu 1/8-finalurnar í kappingini um Løgmanssteypið spældar.

Og tað var ikki frítt, at nøkur óvæntað úrslit vóru at síggja. Ikki minst á Tvøroyri, har TB stríddi seg málleysan javnleik móti B36, fyri síðani at senda stórfavorittarnar út í brotssparkskappingini. Og tey bæði nýggju liðini í Vodafone-deildini, AB og 07 Vestur, fingu bæði skalpar hjá øðrum Vodafone-liðum.

Niðanfyri prenta við úrslit og málskjúttar í ymsu dystunum.

Víkingur-MB 5-0 (3-0)

1-0:Hans Jørgen Djurhuus

2-0:Sam Jacobsen

3-0:Andreas Lava Olsen

4-0:Martin Olsen

5-0:Sølvi Vatnhamar

 

AB-B68 3-2 (1-1)

0-1:André Olsen

1-1:Dion Splidt

1-2:André Olsen

2-2:Janus M. Joensen

3-2:Dánial Rói Olsen

 

FC Hoyvík-Undri FF 4-0 (1-0)

1-0:Finn Mørk

2-0:Ikechukwu Onyema

3-0:Ronnie Hansen

4-0:Allan Poulsen

 

TB-B36 0-0 (umdystur 0-0)

TB vann 8-7 eftir brotssparkskapping

 

KÍ-07 Vestur 0-3 (0-0)

0-1:Holgar Djurhuus

0-2:Milan Pejcic

0-3:Kim Poulsen

 

B71-ÍF 0-1 (0-0)

0-1:John Thomsen

 

HB-NSÍ 2-1 (1-1)

1-0:Fróði Benjaminsen

1-1:Karoly Potemkin

2-1:Andrew av Fløtum

 

VB/Sumba-EB/Streymur 0-4 (0-0)

0-1:Arnbjørn Hansen

0-2:Leif Niclasen

0-3:Leif Niclasen

0-4:Hans Pauli Samuelsen