TB skal aftur finna málmann

Málmansstøðan í TB er ikki betrað síðani síðsta vikuskifti

Farna sunnudag var tað vanligi eykamálverjin hjá KÍ, Meinhardt Joensen, sum vardi málið hjá TB. Meinhardt er triði málmaðurin, ið hevur staðið í mál hjá TB í ár. Kamerunski Joslain Mayebi byrjaði í málinum fyrstu 11 umførini, men fór síðani heim til Kamerun av persónligum ávum. Hann væntast ikki at koma aftur. Síðani var Predrag Markovic málmaður hjá TB í tveir dystir, men hann er eiheldur tøkur longur.

Málmansstøðan í TB er tann sama sum í síðstu viku, har tað verður neyðugt at leiga málverja. Og tað er ein møguleiki, at tað aftur verður Meinhardt Joensen, ið skal verja TB-málið, tá ið útidystur er á skránni sunnudagin ímóti ÍF.

- Vit leiga ein málmann líka sum í síðstu viku. Vit hava sent ein fyrispurning út um Meinhardt Joensen, men onki er avgreitt enn, sigur Sigfríður Clementsen, venjari hjá TB.

Við Meinhardti Joensen í málinum vann TB 3-1 á heimavølli ímóti NSÍ í farna leikumfari.