TB skansin er við at rapa

Trivaligt tap á heimavølli ímóti HB ber við sær, at TB nú er undir strikuni

TB er stóri taparin í góðveðrinum nú seinnapartin, tá ið 25. umfar í bestu fótbóltsdeildini. Meðan næstu kappingarneytarnir í botnstríðnum vunnu stig, so gekk tað verri hjá TB.

 

Onkrir av teimum, sum plaga at vera millum teir fyrstu ellivu, vóru ikki á beinkinum frá fyrsta bríksli í dag.

 

TB tapti 4-1 ímóti HB, sum eftir 1. hálvleik var frammanfyri 2-0.

 

Eftir langan skaðasteðg hevur miðvallarin Tróndur Jensen havt ilt við at vinna fast pláss á HB liðnum. Í dag var hann millum teir fyrstu ellivu, og hann takkaði av álvara fyri álitið, tí tað var Tróndur Jensen, sum skoraði bæði málini í fyrra hálvleiki.

 

Fyrr í ár hevur hann skorað eitt mál. Tað var 19. september, tá ið hann í 22. umfari skoraði málið, tá ið HB tapti 2-1 á heimavølli ímóti Víkingi og Tróndur Jensen í evstu løtu minkaði um munin til 2-1.

 

Fyrra málið skoraði Tróndur Jensen í 9. minutti, eftir at Viljormur Davidsen legði innfyri við hornasparki, og seinna málið skoraði hann miðskeiðis í fyrra hálvleiki við fluktara av brotsteigarmarkinum eftir innlegg úr vinstru.

 

Fyrsta lítla korterið av seinna hálvleiki skoraði HB tvey mál aftrat, og so var alt avgjørt.

 

Mikkel Dahl skoraði bæði málini eftir steðgin. Tað fyrra var eftir sending frá miðvallaranum Matthias Præst Nielsen, og tað seinna var eftir sending frá Adrian Justinussen.

 

Mikkel Dahl hevur nú skorað 15 mál, og hann bjóðar av álvara av í kappingini um sjálvan máltindin.

 

Heðin Hansen var miðverji fyri leikbannaða Bartal Wardum hjá HB. Eftir steðgin skifti HB Emil Berger, Hanus Sørensen og Jákup L. Thomsen inn. Teir høvdu allir góðar møguleikar at økja um leiðsluna.

 

Í næstsíðsta minutti var tað miðvallarin John Villi Wøldike Leo, sum minkaði um munin við brotssparki.

 

TB hevði bara 16 ára gamla Torkil Úlv Jespersen Holm í miðverjuni, har hann avloysti leikbannaða Musah Armah. Hann hevði nógvar nærdystir ímóti Áka D. Samuelsen, og tá ið havt verður í huga, at hetta var fyrsta ferðin, at hann var millum teir fyrstu ellivu og bara hevur verið einaferð áður á besta liðnum í ein minutt ella so, so stóð hann seg væl.

 

Úrslitið ber við sær, at HB framvegis er við í kappingini um heiðursmerkini, meðan TB nú er nærri niðurflyting.