TB-studio, sum í fjør segði frá øllum heimadystunum hjá TB og at kallað hevur fingið kultstatus, fer eisini at varpa út frá fótbólti nú liðið spælir í Effodeildini. Kringvarpið og Fótbóltssambandið hava annars eina avtalu, ið sigur, at Kringvarpið hevur rættindini til at senda frá øllum dystunum í Effodeildini.
Men her hevur tað eydnast TB at samráða seg til, at tiltikna TB-studio sleppur at varpa út frá heimadystunum, eins og teir gjørdu í fjør. Hetta eru tað mong, sum fegnast um, tí á Tvøroyri hava tey stúrt fyri, at tað ikki fór at bera til. Hesi hava eisini ført fram, at tað ikki kann vera rætt, at dekningurin av dystunum hjá TB verður verri, nú liðið er flutt upp í bestu deildina og aðrar reglur eru galdandi har.
Men tíbetur fyri tvørafólk og fótbóltsáhugaðar føroyingar annars, so fer Niels Petersen aftur í ár varpa út frá heimadystunum hjá TB, har hann plagar at hava annaðhvørt Jan Hermansen ella Hansmagnar Rødset aftrat sær sum viðmerkjarar.
Enn er ikki greitt, um TB kemur at senda frá næsta heimadysti, men eftir tað verður í øllum førum klárt at hoyra TB-studio umvegis heimasíðuna hjá TB.
Bjarni Nygaard hevur tikið myndina