TB tapti aftur í dag

1. DEILD: Teir næstbestu hjá Víkingi settu enn einaferð lið uppá pláss, sum hevur kós ímóti bestu deildini

TB er topplið í næstbestu deildini, og TB hevur fleiri vikuskifti á rað havt møguleikan at tryggja sær uppflytingina. Men tað tykist vera striltið hjá aldursforsetanum at tryggja sær plássið í bestu deildini.

 

Í dag var TB í Sarpugerði í Gøtu, har teir næstbestu hjá Víkingi tóku ímóti. Víkingur vann 4-2 eftir 3-1 í fyrra hálvleiki. Úrslitið er staðfesting av, at tað var álvara er komið glið á hjá Víkingi, sum seinastu ferðirnar hevur vunnið 8-0 og 7-1 á útivølli ímóti ávikavíst 07 Vestur og ÍF, sum saman við TB alt árið hevur verið favorittur at flyta upp.

 

Martin Klein Joensen hevur verið eyðsýndur higartil í ár á besta liðnum hjá Víkingi, og hann hevur eisini aftur og aftur átt avgerandi leiklut á næstbesta liðnum. Í dag var hann sera eyðsýndur. Martin Klein Joensen skoraði tvey tey fyrstu málini hjá Víkingi, og hann átti uppleggið 20 minuttir undan leikloki, tá ið Fannhard Skoradal økti um munin til 4-1. Jákup Vatnhamar Olsen átti uppleggið til bæði 1-0 og 2-0 málini.

 

3-1 málið skoraði Ingi Arngrímsson í tíðini, sum dómarin legði aftrat fyrra hálvleiki. Tað var eftir hornaspark.

 

Hjá TB hevur tað seinastu ferðirnar ikki verið so hugaligt, sum tað var fyrr í ár. 4-2 tapið í dag var triði dystur á rað, at TB er farið av vøllinum uttan at hava vunnið fulla úrtøku. Eftir 1-1 á útivølli ímóti HB tapti TB 5-1 á heimavølli og so í dag 4-2 á útivølli ímóti Víkingi.

 

Fyrra TB málið í dag skoraði Matthew Lee, tá ið hann eftir hálvan tíma javnaði til 1-1, og toppskjúttin Mikkel Blåholm minkaði tríggjar minuttir undan leikloki um munin til 4-2.

 

Um eina viku fer TB at spæla á útivølli ímóti B71, og tá fer Víkingur at spæla á útivølli ímóti KÍ.