FLOGBÓLTUR
Liðini í Eikliguni hjá kvinnum eru sjey í tali, so tí hevur eitt teirra frí hvørt umfar. Hesa ferð var tað oddaliðið SÍ, ið kundi taka sær av løttum, men eisini Fleyr hevði frí, av tí at kappingin var eitt sindur broytt, so TB kundi fáa spælt dystin í fyrsta umfari, ið tá bleiv útsettur.
At SÍ ikki spældi, gav so næstu liðunum møguleikan at nærkast oddaliðnum, og har vóru tað serliga Mjølnir og Dráttur, ið kundu gera ein vørr – men bara annað teirra. Liðini bæði hittust í Badmintonhøllini í Klaksvík, og vinnarin av tí dystinum fekk tikið seg nærri oddanum.
Tað vísti seg í teimum báðum fyrstu dystunum, at Mjølnir týðiliga hevði munin, og tey vórðu eisini vunnin sannførandi bæði tvey. Men sum so ofta, so hendi nakað í triðja setti, ið gav Drátti møguleika at koma innaftur í dystin, ið annars ikki hevði sæð út til at gerast serliga spennandi.
Millum annað eydnaðist kvinnunum í Drátti at leggja gott servutrýst á Mjølnir, sum fekk ein lítlan skelk og ikki megnaði at svara aftur, og endin var, at Dráttur vann triðja sett, hóast tað var um reppið, at Mjølnir fekk hálað tað mista innaftur ímóti endanum.
Í dystinum bleiv eksperimenterað eitt sindur við uppstilling hjá Mjølnir, men tá liðið aftur var í síni sterku byrjunaruppstilling í fjórða setti, gekk aftur rætta vegin. Enn eina ferð vann Mjølnir sannførandi og tók tí eisini dystin við settúrslitinum 3-1. Sæð yvir allan dystin hevði Mjølnir munin og stóð sterkari á øllum plássum.
TB sannførandi sigur
Kvinnurnar hjá TB komu norður um Suðuroyarfjørð í góðari tíð, tí tær skuldu spæla tveir dystir norðanfjørðs um vikuskiftið. Tann fyrri var í KÍF-høllini leygardagin, har KÍF tók ímóti, og hetta var tann fyrra av tveimum styrkiroyndum hjá TB, ið enn einki stig hevði vunnið, men tó hevði tikið alsamt fleiri sett frá mótstøðuliðunum.
Hetta skuldi vísa seg at gerast ein sera lættur sigur hjá TB-kvinnunum, ið sera sannførandi vunnu 3-0. Hóast tær skiftu dúgliga út, so allar sluppu at spæla, eydnaðist teimum at halda KÍF frá fatinum, so kollafjarðarkvinnurnar í ongum av settunum komu upp á 10 stig.
Í øllum trimum settunum var tað bara javnt teir allarfyrstu bóltarnar, men so fór TB avstað. Tá avtornaði, var dysturin avgreiddur eftir minni enn einum tíma, og TB hevur megnað fyrsta setningin á ferðini norðanfyri.
Hinvegin sær ikki gott út hjá KÍF, sum hevur mist fleiri av stuðulsspælarunum. Enn er einki stig komið til høldar, og sum dysturin leygardagin háttaði seg, skal nógv henda, um KÍF skal megna at vinna seg upp úr botninum.
Bastu eisini ÍF
Eitt annað lið, ið hevur havt ilt við at fótað sær higartil, er ÍF. Og tá liðið í gjár tók ímóti TB á Kambsdali, bar heldur ikki til hjá fuglafjarðarkvinnum at sleppa longur upp á stigatalvuni, har tær liggja næstniðastar við bara tveimum stigum, ið eru vunnin ímóti KÍF.
Hinvegin hildu TB-kvinnurnar fram, har tær høvdu slept dagin fyri, og tey bæði fyrstu settini vunnu tær sera sannførandi, uttan at ÍF nakrantíð fekk ein møguleika at koma í gongd. Men tað kom ÍF afturfyri í triðja setti, ið var um reppið at venda dystinum til fyrimuns fyri vertirnar.
ÍF kom á odda 9-0 og helt leiðsluna sera leingi. TB royndi at berja seg innaftur, men tað gekk øgiliga spakuliga. Ikki fyrr enn TB vann seg framum 24-23, vóru tvørákvinnur á odda fyrstu ferð í settinum, og tær megnaðu so eisini at taka síðsta bóltin og vinna settið og dystin.
Samanumtikið eitt gott vikuskiftið hjá TB, ið við hesum báðum sigrunum vann seg upp á triðjapláss í støðuni, har liðið hevur fýra stig, eins og Dráttur og Fleyr. So fæst at síggja, um TB megnar at halda fast við góðu gongdina norðanfjørðs, tá liðið sunnudagin skal til Sørvágs at spæla ímóti SÍ. Tá fær TB í øllum førum harðari mótstøðu, enn KÍF og ÍF megnaðu at geva!