Eftir at tað leingi hevur hilnast illa hjá TB, eydnaðist tað 2. hvítusunnudag aftur at fáa fulla úrtøku.
TB hevði vitjan av teimum næstbestu í KÍ, sum løgdu rygg til 2-0 tap. Men tað tók sína tíð hjá TB at fáa bilbukt við ungu klaksvíkingunum.
Einki mál kom í 1. hálvleiki. Beinanvegin eftir steðgin setti Allan Poulsen hol á, og miðskeiðis í 2. hálvleiki økti Óli Johannesen til 2-0.