1. DEILD: Eftir 1-0 leiðslu í hálvleikinum skoraði TB tvær ferðir í 2. hálvleiki á útivølli ímóti Víkingi. Fyri fyrstu ferð í ár eru tvøramenn á veg til hús aftur, eftir at hava spælt landskappingardyst í fótbólti norðanfjørðs.
Hesa ferð hava teir trý stig í viðvørinum, tí TB vann 3-0 í Leirvík. Støðan í hálvleikinum var 1-0.
Herman Mortensen skoraði málið í 1. hálvleiki, eftir at málverjin var farin skeivur av hornasparksinnleggi, og tá ið Tórur Mortensen eina løtu eftir steðgin økti um leiðsluna, var tað aftur eftir hornasparksinnlegg, sum málverjin hevði trupulleikar av. Í hesum førinum vildu teir á heimaliðnum vera við, at tvøramenn høvdu brúkt hondina, men tí mótmælinum vildi dómarin ikki vita av.
Tá ið vanliga leiktíðin var um at vera farin staðfesti Rógvi Joensen trygga TB sigurin.