TB trívist ikki væl á Skála

Bara tvær ferðir er tað komið fyri, at TB hevur havt stig við sær suður aftur eftir vitjan á Skála

Í góðveðrinum fyrrapartin fór TB ferðalagið av Krambatanga og norður um Suðuroyarfjørð. Dagsins sentningur er at spæla á Skála klokkan 19.

Tølini siga, at TB hevur tíggjur ferðir verið á Skála og spælt landskappingardyst. TB vann 1-0 í 2016, og í 2017 endaði tað 2-2. Hinar átta dystirnar hevur Skála vunnið, og fleiri ferðir hevur talan verið um trivaligar sigrar.

Málmunurin í hesum tíggju dystunum er 34 – 6.

Felags fyri Skála og TB er, at tað ikki er eydnast at vinna fulla úrtøku í átta teimum fyrstu umførunum.

Skála hevur tapt seks dystir og einaferð er tað endað javnt. TB hevur tapt fimm dystir og tvær ferðir er tað endað javnt.

Skaðalistin er langur hjá skálamonnum. Teitur R. Joensen, Teitur Poulsen, Hjalti Strømsten og Karl Martin Johansen eru ikki tøkir, og tað er ivasamt, um tríggir spælarar, sum eru darvaðir av skaðum, vera førir fyri at spæla í kvøld – Andreas Egeberg Jacobsen, Ronni Møller-Iversen og Djóni Petersen.

Jan Ingason Hansen er tøkur aftur, eftir at hann hevur verið darvaður av vøddaskaða í lærinum.

Hjá TB er Jens Erik Bruhn tøkur aftur eftir leikbann.

Tríggir spælarar eru ikki tøkir, tí teir eru skaddir – Frederik Mehder, Eirikur M. Ellendersen og Bartal Gram.

Skála – TB: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 18.00.