TB tryggjar ungdómin fyrst

1.deild menn: Sjey av ungu spælarunum í felagnum hava gjørt sáttmála

Tað kom illa við í TB, at felagið mátti tungu leiðina niður í næstbestu deildina. Tað hevur verið ein ávís frágongd og felagið hevur sett 26 ára gamla miðvallaran, Markus Thorberg, sum spælandi venjara.

 

Í gjár kunngjørdi felagið, at Bartal Einarsson Petersen, Oddmar Jespersen og Mikal Tummasarson hava gjørt sáttmála.

 

- Bartal Einarsson Petersen er 19 ára gamal og er skrásettur fyri fyri 51 dystir á antin besta ella næstbesta liðnum. Oddmar Jespersen, 18, er skrásettur fyri 48 dystir og Mikal Tummasarson, 18, er skrásettur fyri fýra dystir, skrivar TB.

 

Fyri eini viku síðani vóru tað fýra av teium heilt ungu spælarunum, ið skrivaðu sáttmála.

 

- Tummas Pauli Christiansson er 17 ára gamal verjuspælari og er skrásettur fyri sjey dystir á besta liðnum. Oliver Øster er málverji, 17 ára gamal, og hóast hann enn ikki er skrásettur fyri dyst á besta liðnum, so hevur hann verið partur av hópinum í ár. Torkil Úlvur Jespersen Holm er eisini 17 ára gamal og verjuspælari. Torkil gjørdist partur av besta hópinum í ár og er skrásettur fyri tveir dystir. Erik Johansen er 16 ára gamal og miðvallari. Hann gjørdist partur av besta hópinum í ár og fær uttan iva sín fyrsta, skrásetta dyst fyri besta liðið, komandi ár, skrivar TB.

 

##med2##

 

Fyri kortum bliv kunngjørt, at Tummas Erling Djurhuus ikki heldur fram sum venjari. Tað verður 26 ára gamli miðvallarin, Markus Thorberg.