LØGMANSSTEYPIÐ
TB hevur seinnu árini havt ilt við at standa seg í steypakappingini. Teir hava lagt rygg til fleiri heilt stór tap, og okkurt árið hava teir tikið liðið úr bólkaspælinum. Nýggja bólkaspælið er spildurnýtt, men skal metast út frá avrikinum í fyrsta umfarinum, so tykist tað sum um tvørámenn eru væl betri fyri, enn teir t. d. vóru um hesa tíðina í fjør.
Á Sevmýri ímóti B68 var úrslitið 2?2. Tað mundu teir á heimaliðnum iðra seg um. Serliga tá havt verður í huga, at teir síðsta tíman vóru yvirmannaðir. Øssur Jacobsen, sum var í B68 álopinum, sá reytt, tá ið hann vildi gera dómaran arbeiðsleysan og sjálvur hevndi seg inn á mótstøðumann, sum hevði gjørt fríspark ímóti honum.
B68 hevur fleiri góðar lyklaspælarar. Tað vitna landsliðssessirnir um. Hvussu tað fer at hanga saman hjá toftamonnum sum heild ber ikki til at siga nakað um enn. Men á Tvøroyri var avrikið ikki sannførandi. Í nærdystunum vóru teir ikki nóg avgjørdir, og tað gekk striltið at spæla seg fram til møguleikar. Burtursæð frá málunum báðum, sum teir so at siga fingu burtur úr ongum, høvdu teir tveir møguleikar. Øssur Jacobsen sendi beinanvegin í stólpan, og í síðstu løtu var um reppið, at teir fingu sigursmálið. Tá vóru tað tveir av ungu toftamonnunum, sum vóru uppií. Jóhan Petur Poulsen átti royndina, eftir at innskifti Kristian Anton Andreasen hevði lagt til rættis.
Jóhan Petur Poulsen setti hol á. Hann og ungi TB málverjin, Poul Eli Bærentsen, kapprunnu eftir longum bólti. Toftamaðurin var fyrri og lyfti bóltin upp um málverjan. Dan Mortensen javnaði fyri TB. Eftir stikkbólt í høgru, sneiddi hann framvið nýggja B68 málverjanum, Albert Sævarsson, áðrenn hann sendi í málið.
Fróði Benjaminsen legði B68 framum aftur. Tað gjørdi hann eftir tríkantssamanspæl við Jan Inga Petersen og Jóhan Petur Poulsen.
Bíðaðu
Eftir at teir høvdu mist ein mann, umskipaðu toftamenn. Øssur Hansen varð tikin aftur á sentrala miðvøllin, Jan Ingi Petersen fór á miðvallarplássið í vinstru, og Súni Fríði Johannesen var einsamallur í álopinum.
TB hevði fleiri nýggjar menn á liðnum. Umframt málverjan vóru tað miðverjarnir Jens Rói Sørensen og Mortan Enni og álopsmaðurin Kaj Roest hevur ikki frammanundan spælt nógv á besta liðnum. Heimaliðið hevði bóltin nógv mesta partin av 2. hálvleiki, og Dan Mortensen og Olivur Abrahamsen vóru eyðsýndir. B68 bíðaði og lúrdi. Men tað eydnaðist ikki hjá TB, sum í 1. hálvleiki fleiri ferðir hevði givið B68 málverjanum høvi at vísa, at hann er góður fongur, at spæla seg fram til fleiri upplagdar møguleikar.
Kortini eydnaðist tað teimum at javna til 2?2. Kaj Roest var málskjútti. Hann varð spældur leysur mitt fyri, har Hans Fróði Hansen og Dánial Hansen annars høvdu gott tak á.
TB?B68 2?2 (1?2)
0?1: Jóhan Petur Poulsen
1?1: Dan Mortensen
1?2: Fróði Benjaminsen
2?2: Kaj Roest
Reytt kort: Øssur Jacobsen, B68, 30.
TB: Poul Eli Bærentsen ? Jens Rói Sørensen, Vladimir Matijvic, Mortan Enni ? Olivur Abrahamsen, Bárður Dimon, Einar Petersen, Andrass Nolsøe ? Dan Mortensen, Kaj Roest, Alexander KnezevicB68: Albert Sævarsson ? Bogi Petersen, Hans Fróði Hansen, Dánial Hansen, Jákup Djurhuus ? Jóhan Petur Poulsen, Fróði Benjaminsen, Jan Ingi Petersen, Øssur Jacobsen ? Súni Fríði Johannesen, Øssur Hansen