Fótbóltur
Bæði GÍ og TB høvdu nógv at spæla fyri, tá tey hittust í Gøtu sunnudagin. GÍ hevði bert fingið ein sigur í fýra teimum fyrstu dystunum, meðan TB aftaná sigurin á VB í fyrsta dystinum, ikki hevði fingið stig.
Og TB stillaði haraftrat upp við nýggjum venjara, eftir at Zoran Mancic fekk sekkin í síðstu viku.
GÍ trýsti
Og tað sást beinanvegin, at bæði liðini høvdu nakað at vísa. GÍ legði sum væntað trýst á útiliðið. Spælið gekk gott fyrstu løtuna, og komu gøtumenn eisini fram til onkrar hálvar málmøguleikar.
Tvøramenn lógu aftarlaga á vøllinum, og sjálvt um teir sluppu at renna nógv fyrstu løtuna, so stríddust teir, allir sum ein, fyri hvønn bólt. Og høvdu teir ikki verið so ágrýtnir, høvdu gøtumenn uttan iva fingið okkurt máli fyrstu løtuna.
Hvørja ferð GÍ kom fram móti brotsteiginum, so blivu teir steðgaðir og komu teir longur inni í brotsteiginum, fingu tvøramenn taklað, so skotroyndin bleiv av ongum. Komu gøtumenn til skot, so bjargaði Lars Mùller í málinum. Hann stóð ein frálíkan dyst.
Heilt snikkaleysir sluppu TB-arnir tó ikki. GÍ fekk ein góðan møguleika tá okkurt um korter var farið. Zdzislaw Janik fangar ein bólt uttan fyri brotsteigin hjá TB. Hann spælir Súna Fríða Johannesen púra leysan, men hann skýtur við síðuna av. Súni Fríði virkaði ikki heilt upplagdur henda dagin, og á einum av sínum góðun døgum, hevði hann skorað uppá henda møguleikan.
TB meira við
Sum fyrri hálvleikur leið, komu tvøramenn meiri við í dystin. Teir fingu meiri pláss, og fingu eisini flutt liðið eini 20 metrar fram á vøllin. Hetta gav teimum eisini nakrar møguleikar. Fyrst var tað Dan Mortensen sum skeyt beint yvir, eftir eitt innlegg úr vinstru síðu, og løtu seinni var tað Oliver Abrahamsen sum streyk ígjøgnum í høgru síðu, men frammanfyri málið var ongin tvøramaður, tá innleggið kom innfyri.
Gøtumenn vóru eitt sindur skelkaðir hesa løtuna. Nógvar skeivar avleveringar, umframt at tvøramenn stríddist fyri lívinum, gjørdi at spælið ikki hekk saman.
Tá 10 minuttir eru eftir av fyrra hálvleiki, fingu gøtumenn sítt fyrsta mál burtur úr ongum. Bólturin verður spældur inn í brotsteigin, har Bartal Eliassen er staddur. Verjan hjá TB er ikki nóg avgjørd, og áðrenn teir fáa sparka bóltin vekk, hevur Bartal smekkað bóltin í málið.
Hetta varð eisini hálvleikstøðan, sjálvt um GÍ fekk eini tvey góð tilboð aftrat seint í hálvleikinum. Spenningurin var tí varðveittur til seinna hálvleik.
Seinni hálvleikur gjørdist javnur. Gøtumenn hugsaðu meir um at varðveita leiðsluna, og lógu tí ikki so langt frammi á vøllinum, men bíðaðu eftir at TB skuldi koma fram. Og tvøramenn komu fram á vøllin, og hetta gav sum verða man mótálop til GÍ.
Súni Olsen fekk ein góðan møguleika at økja, men Lars Mùller bjargaði í tveimum førum. Løtu seinni spældi Magni Janskor Súna Fríða leysan, men hann skeyt uppum málið hjá TB.
Tvøramenn fingu eisini nakrar góðar royndir. Dan Mortensen sum arbeiddi væl allan dystin, royndi seg við skoti úti frá sum endaði á stongini. Og miðskeiðis í seinna hálvleiki fekk Sascha, í eini knappari vending, skoti beint yvir GÍ-málinum.
Luftin úr tvøramonnum
Tá TB ikki fekk úrtøku av royndunum teir høvdu, dovnaði spælið hjá teimum síðsta partin av dystinum. Gøtumenn kundu nú koyra sigurin heim. Teir hildu bóltin nógv á egnari hálvu, og hetta fingu teir loyvi til, tí luftin var við at fara úr tvøramonnum.
Tá okkurt um 12 minuttir eru eftir at leika, fellur so avgerðin. Sámal Joensen vinnur ein bólt nakað uttanfyri brotsteigin hjá TB. Hann spælir Súna Fríða leysan, men í staðin fyri at skjóta sjálvur, spælir Súni Fríði tvørturum aftur til Sámal, sum lætt kann økja til 2-0.
Nú hendi ikki meir, og GÍ fekk sín næsta sigur í ár og er komið uppá 7 stig. TB hevur framvegis 3 stig, sum teir fingu í fyrsta dystinum móti VB.
Samanumtikið ein uppiborin sigur til GÍ. Teir høvdu bóltin mest, og høvdu eisini flestu málmøguleikarnar, men spælið bleiv ongantíð tað heilt stóra upplivilsi.
Tvøramenn góvu í hvussu so er eina ábending um, at teir ikki ætla at geva skarvin yvir. Teir stríddust væl, og kunnu teir halda fram við tí teir vístu í sunnudagin, skulu tað nokk koma nøkur stig á kontoina.
Dysturin í tølum:
GÍ-TB 2-0(1-0)
1-0: Bartal Eliassen
2-0: Sámal Joensen
Dómari: Eiler Rasmussen
GÍ: Hallur Hansen ? Hans Pauli Petersen, Bartal Eliasen, Pól Ennigarð, Leivur Hansen ? Magni Jarnskor, Sámal Joensen, Zdzislaw Janek, Súni Olsen ? Súni Fríði Johannesen, Magnus Skoralíð
TB Lars Müller - Nebosja Urtajl, Vladimir Matijivic, Jón Tórur Holm, Einar Petersen, Dan Mortensen, Bárður Dimon, Allan Michelsen, Andras Nolsøe, Olivur Abrahamsen, Aleksandar Radosavljevic