TB vann bronsudystin

TB vann sannførandi á ÍF í seinasta landskappingardystinum, og tryggjaðu tvørágentur sær sostatt bronsumerkini

 

TB ? ÍF 3 ? 0 (25-15, 25-21, 25-15)


Meistaradeild kvinnur


Seinasti dysturin hjá kvinnunum var leiktur á Tvøroyri sunnudagin. ÍF og TB skuldu gera av, hvør av teimum skuldi hava bronsuna.

Hesi bæði liðini hava leikt nógvar javnar og spennandi dystir hetta kappingarárið, men hesin seinasti var ikki ein av teimum mest spennandi. TB hevði sett sær fyri at fáa fatur á bronsuni, og dámurnar av Tvøroyri lótu ongantíð ÍF koma inn í dystin. TB spældi ein av sínum bestu dystum. Alt lá væl fyri, og allan dystin megnaði TB at halda góða spælið gangandi.


Nøgdur við árið

Virgar Djurhuus venjari í TB er rættiliga væl nøgdur við árið. Vit høvdu ongan møguleika at hótta Drátt og Mjølnir. Í eina dystinum ímóti Drátti taptu vit 3-2, og tá haldi eg, at vit høvdu ikki eydnuna við okkum, men annars var munurin ov stórur.Vit hava mist nøkur stig ímóti m.a. ÍF, sum eg haldi vit skuldu havt tikið, men alt í alt er bronsan tað, vit kundu megnað hetta kappingarárið. Okkara spæl hevur verið ov óstøðugt, og tað hevur kostað í nøkrum dystum, men í dag vístu vit okkara bestu síðu, so tað var ikki so galin endi.