TB vann klassikkaran

Bestu liðini hjá elsta og næstelsta fótbóltsfelagnum í Føroyum, TB og KÍ spældu í dag tann fyrsta av trimum klassikarum í næstbestu fótbóltsdeildini í dag.

 

TB vann dystin 2-1. Hálvleiksstøðan var 1-1.

Heri K. Olsen legði KÍ á odda, tá 35 minuttir vóru farnir, men bert tveir minuttir seinni javnaði Josef Bassene fyri heimaliðið. Tá ein tími var farin skoraði Tòrur Mortensen sigursmálið fyri TB.

 

Sami Tórur Mortensen var rikin av vølli, tá 75 minuttir vóru farnir, men hetta dugdi KÍ ikki at gagnnýta. TB og KÍ hava nú bæði 7 stig fyri 4 dystir.

 

TB-KÍ 2-1 (1-1)

 

0-1 Heri K. Olsen (35.)

1-1 Josef Bassene (37.)

2-1 Tórur Mortensen (60.)

 

Útvísing: Tórur Mortensen, TB