TB vann rótutan dyst

Flogbóltur: Fleyr var farið um Suðuroyarfjørð fríggjakvøldið, men tær komu aftur sum av torvheiðum. TB vann dystin, sum er mettur sum tann vánaligasti í høllini í Trongisvági nakrantíð

Fleyr-TB 0-2 (Leiktur í Trongisvági)


Tað var lítið veiggj í flogbóltinum, sum varð leiktur í høllini í Trongisvági fríggjakvøldið.

TB og Fleyr leiktu sínámillum dyst, sum sambært skránni átti at verið leiktur í Havn, men sum var fluttur til Trongisvágs, av tí at Fleyr ikki møtti til dyst móti TB fyrr í ár.


Einki høpi í

Av Tvøroyri hava vit frætt, at tað var púra einki høpi í dystinum. Hvørki av liðunum megnaðu at fáa skil á spælinum so mikið, at tað gjørdist talan um ein líkinda flogbóltsdyst.

Sum vit hava skilt eydnaðist tað ongantíð liðunum at fáa nakað skipað álopsspæl og hóast TB vann dystin greitt, so var tað ikki tí, at tær spældu serliga væl.

Alt ov nógvar persónligar villur gjørdu dystin til ein tann vánaligasta dyst í høllini í Trongisvági í fleiri harrans ár, verður sagt av Tvøroyri.

Einasta positiva, sum tvørákvinnur fingu burtur úr dystinum vóru tey tvey stigini, sum sigurin gav teimum.


Illa fyri

Hjá Fleyr var støðan vánalig. Liðið var illa mannað og hóast tær høvdu sjey leikarar við sær um Suðuroyarfjørð, so var liðið ov illa samanspælt til at kunna hótta TB. Onkrir heilt ungir leikarar vóru eisini við á liðnum, og hóast ósigurin, so er tað kanska tað mest positiva við dystinum, at yngri leikarar sleppa at føla hvussu tað er at leika í meistaradeildini.

Hesum hevur Fleyr brúk fyri, tí árið í ár hevur ikki verið annað enn ein stórur niðurtúrur.

Kortini eru tvøráfólk als ikki nøgd við mátan, sum TB vann dystin uppá, tí tey halda, at TB átti at kunna gjørt sær dælt av, at Fleyr var so illa mannað.

Hetta eydnaðist sum skilst ongantíð, men kortini eydnaðist teimum at fáa sigurin til høldar.

Tað var tað týdningarmiklasta tá samanumkom.