Føroyskur ungdómsflogbóltur hevur staðið í eini ótrúligari menning seinastu tíðina.
Eftir at hava ligið meira ella minni í andaleypi kreppuárini er ferð av álvara komin á aftur, og tað sæst aftur í methøgari luttøku í kappingunum fyri yngri.
Um vikuskiftið skipaði Fleyr fyri FK-kappingini fyri tey yngru og ikki færri enn 79 lið høvdu boðað frá luttøku. 48 gentulið og 31 dreingjalið.
Spælt varð um allan høvuðsstaðin og fyri fyrstu ferð í fleiri ár eydnaðist at avgreiða alla kappingina eftir einum degi.
Tað eydnaðist fyrireikar-unum at sleppa inn í næstan allar hallirnar í Havn, og tað ger tað munandi lættari at fyrireika slíka kapping.
At tað samstundis verður spælt eftir nýggju spæliskipanini ger tað eisini styttri at avgreiða ein dyst enn fyrr.
TB stóri vinnarin
Kappast var í tíggju aldursbólkum frá 9 árum til unglingar, og tá talt var saman við dagslok sást, at TB hevði vunnið ikki færri enn fimm kappingar av teimum tíggju.
Í gentudeildin vann TB allar kappingarnar uttan tað hjá gentum 16, og tað er ikki so lítið bragd av einum felag sum TB.
Tó er hetta einki loyndarmál hjá teimum, sum fylgja við í flogbólti, tí seinastu árini hevur TB verið framúr sterkt, serliga í kvinnuflogbólti.
TB vann eisini teir yngsta bólkin hjá dreingjum, og tað ber kanska boð um, at mansflogbólturin í Suðuroynni er um at rakna við aftur.
Sørvingar roynast væl
Næstbesta felagið gjørdist SÍ. Sørvingar vunnu fýra kappingar og tað ber eisini boð um, at flogbólturin í Vágum er í støðugari framgongd.
Sørvingar vunnu kappingina hjá gentum og dreingjum 16 og hjá dreingjum 14 og dreingjum 12. Tað er eitt gott úrslit hjá einum so »lítlum« felag, sum SÍ hóast alt er í flogbóltshøpi.
Kortini er tað gleðiligt at síggja hjá teimum, sum vara av flogbóltinum, at tvey feløg, sum annars ikki eru tey sum fyrst vera nevnd í sambandi við flogbólt, eru teir stóru vinnararnir.
Hinvegin er tað ikki eitt gott tekin, at tey stóru feløgini eru við at detta púra burturímillum, og tað er ein gongd sum má vendast.
Sum vit hava skilt, so verður hetta gjørt, og tað verður arbeitt miðvíst við at fáa gongd aftur á ungdómsarbeiði í teimum størru feløgunum.
Hetta er var fyrsta kappingin á árinum, og tann fyrsta av trimum. Seinni í hesum kappingarárinum verður ein kapping í Klaksvík og uppaftur seinni verður ein á Giljanesi.
Hjá teimum ungu leikarunum er bara at koyra á við ítróttini og vísa líka stóran eldhug sum altíð.