TB venjarin er farin til hús

Fyri fyrstu ferð nakrantíð er ein kvinna sett at hava ábyrgdina av liði í bestu deildini hjá monnum

Høvðusungdómsvenjarin hjá TB, Helen Lorraine Nkwocha, sum kom til felagið í vár, hevur átikið sær venjarauppvávuna, tað sum eftir er av hesum árinum

TB hevur skift venjara. Tað boðar felagið frá í kvøld. Lars Heiliger er farin til hús.

 

Nýggjur venjari er Helen Lorraine Nkwocha. Hon er fyrsta kvinna, sum er venjari hjá liði í bestu deildini hjá mannfólkum í Føroyum.

 

TB skrivar soleiðis í kvøld:

 

Samstarvið við Lars Hage Heiliger er endað.

 

Leiðslan í Tvøroyrar Bóltfelag hevur avgjørt at enda samstarvið við týska venjaran Lars Hage Heiliger. Tvøroyrar Bóltfelag takkar Lars fyri tíðina í felagnum.

 

Høvðusungdómsvenjarin hjá TB, Helen Lorraine Nkwocha, sum kom til felagið í vár, hevur átikið sær venjarauppvávuna, tað sum eftir er av hesum kappingarárinum.

 

Vit ynskja Helen og liðnum bestu eydnu.

 

--

 

Helen Lorraine Nkwocha er triði venjarin hjá TB í ár. Tann fyrsti var Michael Winter, og tá ið hann legði frá sær eftir 4-0 tap á heimavølli 28. apríl ímóti B36, var Lars Heiliger nýggjur venjari. Hann var fyrstu ferð við róðrið 16. mai. Fyribilsvenjari tíðina frá tí, at Michael Winter legði frá sær, og til Lars Heiliger tók við, var Karl Øster, sum í fleiri ár hevur verið hjálparvenjari.

 

Sunnudagin fer Helen Lorraine Nkwocha fyri fyrstu ferð at hava ábyrgdina í landskappingardysti í bestu deildini, tá ið TB fær vitjan av HB. Hetta verður søguligur dystur, tí hetta verður fyrsta ferðin yvirhøvur, at ein kvinna fer at hava ábyrgd av liði í fremstu fótbóltsdeildini hjá monnum.

 

Høvðusungdómsvenjarin hjá TB, Helen Lorraine Nkwocha, sum kom til felagið í vár, hevur átikið sær venjarauppvávuna, tað sum eftir er av hesum árinum