info
Ongi úrslit

TB venjarin var vónbrotin av sínum monnum

AB venjarin rósar sínum monnum, meðan Michael Winter heldur, at hansara ikki vóru á sama støði, sum tá TB mikudagin vann á Skála

Jóannes Hansen
21. juni 2020 kl. 17:44
Tað var intenst, og tað var spennandi, men tað var í longum løtum rættiliga óruddiligt, tá ið TB seinnapartin hevði vitjan av AB. Bólturin fór ikki á rull fyrr enn eitt korter eftir ætlaðu dystarbyrjan. Tað komst av, at AB ferðalagið fór suður fyrrapartin í dag. Jóansøkuferðslan var nógv, og tí var Smyril eitt sindur seinkaður suður. Tað endaði 1-1. Bæði málini vórðu skorað í fyrra hálvleiki. TB legði seg framum, tá ið eitt korter var farið. Málskjútti var Nikolei Johannesen, sum annars hevur verið nógv á beinkinum, men sum í dag var millum teir fyrstu ellivu. Tað var eftir innlegg frá Rasmur Møller. AB svaraði aftur, tá ið tað restaðu átta minuttir av fyrra hálvleiki. Innleggið var úr høgru, og eftir kontra var bólturin høgt í luftini, áðrenn hann dalaði niður stutt úr málinum. AB miðverjin Sørin Samuelsen var har, og tað endaði við, at bólturin rakti TB miðverjan Ndende og fór í málið. Eftir steðgin vóru tað spentar støður í báðum endum, men tað eyndaðist hvørgum liðnum at fáa bóltin í málið. TB hevur vunnið stig tríggjar tær síðstu ferðirnar – 0-0 ímóti ÍF, 2-0 á Skála og í dag 1-1 ímóti AB. Nú øll liðini hava spælt ímóti hvørjum øðrum er tað ikki eydnast AB at vinna fulla úrtøku. Javnleikurin í dag var tann fjórði. -Eg eri nøgdur við hugburð og avrik hjá mínum monnum. Í fyrra hálvleiki haldi eg, at vit vóru omaná fyrstu løtuna. Verjan var ikki ansin, tá ið TB skoraði, men tað eydnaðist okkara monnum at svara aftur. Eg haldi, at vit eisini vóru omaná fyrstu løtuna eftir steðgin, men fram ímóti dystarenda vóru fleiri spentar støður í okkara brotsteigi í sambandi við deyðbóltar. Ndende og Poul Ingason eru vandamiklir í sovornum støðum, men tað kendist ongantíð at vera heilt vandamikið, sigur AB venjarin Símun Samuelsen. TB venjarin ásannar, at hansara menn vóru ikki á hædd við tað, sum teir hava víst: -Eftir sigurin á Skála var ætlanin at ríða víðari á aldukambinum, men tað gekk alt ov seint fyri seg, og vit vóru ikki nóg neyvir. Vit eru ivaleyst betri fyri enn AB spælararnir eru, og tað eydnaðist síðstu løtuna at leggja ávíst trýst, uttan at møguleikin var heilt stórur. Men tá ið vit ikki vinna, er tað gott, at vit ikki tapa, sigur TB venjari Michael Winter. TB – AB 1-1 (1-1) 1-0: Nikolei Johannesen 15. 1-1: sjálvmál 37. Dómari: Dagfinn Forná TB: Frederik M. Mehder – Sebastian Kroner, Rasmus Møller, Ndende Adama Guéye, Jens Erik Bruhn – Dánjal Godtfred, John Villi Wøldike Leo – Nikolei Johannesen, Rógvi Joensen, Mads Raben (Einar Thorsteinsson, 70.) – Poul Ingason Gult kort: Dánjal Godtfred Venjari: Michael Winter AB: Silas Eyðsteinsson – Jákup Pauli Breckmann, Eli Christiansson, Sørin N. Samuelsesn, Gert Drangastein (Jónas Stenberg, 50.) – Bjarni Skála, Janus Svabo Samuelsen – Tóki á Lofti (Rógvi N. Poulsen, 75.), Jaspar Van Der Heiyden, Bjarki C. Nielsen – Adeshina Lawal (Jón Krosslá Poulsen, 85.) Gult kort: Sørin N. Samuelsen Venjarar: Tonny Brimsvík og Símun Samuelsen

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Russisk álop tóku streymin frá meira enn einari millión fólkum

22 minuttir síðan
Fótbóltur

VIDEO: Vejle vann á útivølli í Aalborg

23 minuttir síðan
Fótbóltur

Teitur er aftur í HB málinum

35 minuttir síðan
Tíðindi

Vil seta inntøkumark í fiskavirkisskipanini

53 minuttir síðan
Tíðindi

Pávin út­skriv­að­ur eft­ir skurð­við­gerð fyri lungna­krabba

1 tími síðan
Hondbóltur

Maria vann á Rakul í bestu donsku hondbóltsdeildini

1 tími síðan
Tíðindi

Grønt skógarbelti verjir stórt vatngoymsluøki

2 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Bjartalíð og liðfelagarnir eru enn í stórum niðurflytingarvanda

2 tímar síðan
Tíðindi

Akranes hand­að Smyril Line – Skipa­nes fram­vegis und­ir umvæling

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Tað kostar eisini at spara

3 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava sjálvstøðuga avrúsingareind

4 tímar síðan
Tíðindi

Heilsuhjálpararnir sprongdu almenna lønarkarmin

5 tímar síðan