– Vit hava síðstu tvær vikurnar arbeitt við ymsum tingum, sum skulu hjálpa okkum at røkka teimum úrslitum, vit fegin vilja. Millum annað hava vit tosað nógv um mentalitetin á liðnum, at vit ikki skulu fara niður við høvdinum, bara tí vit tapa ein bólt, sigur Gudrid Nolsøe, sum er spælandi venjari hjá TB.
– Somuleiðis hava vit gjørt nógv við samanhaldið, tí tað krevur eitt sindur, tá aldursspjaðingin er so stór, sum hon er hjá okkum, har onkrar eru sera ungar og aðrar meira tilkomnar. Tá vit tosa um sjálvt spælið, hava vit eisini gjørt nógv við at vant álop og verju, so vit fáa betur stýrt spælinum hjá okkum.
Miðvísa arbeiðið vísti seg at geva úrslit í gjár, tá Fleyr var á vitjan í Trongisvági, tí dysturin endaði við einum sannførandi 3-0 sigri til TB, sum helst bara verður sterkari, so hvørt sum Katrin Petersen og Sólvá Dimon koma í betri venjing. Nú sær út til, at báðar verða við á liðnum í vetur kortini.
Talan var um ein dyst, har tað leikaði rímiliga javnt á í fyrsta setti, men har munurin ordiliga kom til sjóndar tey bæði seinnu settini. TB-kvinnurnar stríddust væl, fingu nógv uppaftur av gólvinum og spældu sum eitt lið, meðan Fleyr-liðið – ið kanska helt seg hava vunnið longu undan dystinum – ikki tóktist vera í javnvág, men enntá mátti taka til takkar við gulum korti, tá frustratiónir gjørdu vart við seg.
Framvegis er Fleyr kortini við heilt har frammi og bert tvey stig aftan fyri oddaliðið, men kundi við einum sigri í gjár lagt seg á odda hjá kvinnunum. TB er enn eitt sindur longur burtur frá toppinum, men sær út til at fóta sær eftir laka byrjan.