Flogbóltur
Enn er Dráttur favorittur at taka meistaraheitið í bestu kvinnudeildini. Men TB gjørdi sunnudagin sítt til, at spenningurin enn ikki er heilt avkláraður.
Fyrst og fremst, so vóru tað tó silvurmerkini, sum stóðu upp á spæl, tá ÍF og TB endurtóku steypafinaluna.
Ta ferðina vann TB 3-1, og úrslitið varð neyvt hitt sama sunnudagin. Dysturin var tó nakað væl harðari hjá TB hesaferð. ÍF tók fyrsta settið, og hóast TB síðani tók rest, so var tað alla tíðina við spenninginum í hæddini. Heilt framat TB slapp ÍF tó ikki, og tí mugu tær ásanna, at talan í mesta lagi verður um bronsu í ár.
Og tað er so heldur ikki víst. SÍ roynir enn at hanga í heiðursmerkjarøðini, og tær vunnu tryggan sigur á Mjølnir sunnudagin. Munurin millum SÍ og ÍF er bara eitt stig, men ÍF hevur tó tann fyrimunin, at tær longu hava spælt móti Drátti tvær ferðir í endaspælinum.
Mjølnir hongur í
Hjá monnunum hevur spurningurin fyri tað nógva verið, nær Fleyr fer at tryggja sær meistaraheitið.
Tann spurningurin verður tó í fyrsta lagi avkláraður leygardagin, og nú er tað so bara Mjølnir, sum kann hótta oddaliðið.
Mjølnir vunnu sunnudagin tryggan sigur á SÍ, sum hesa ferð mátti vera nakrar spælarar fyriuttan, og tað var meira, enn tunni hópurin megnaði at bera.
Meistaradeild kvinnur
SÍ-Mjølnir3-0 (25-19, 25-23, 25-18)
ÍF-TB1-3 (25-19, 22-25, 24-26, 24-26)
Meistaradeild menn
SÍ-Mjølnir1-3 (22-25, 25-23, 22-25, 21-25