Tblisi í undantaksstøðu

Høvuðsstaðurin í Georgia er settur í undantaksstøðu eftir ringan ófrð í gjár Harðir samanbrestir vóru í georgiska høvuðsstaðnum Tblisi gjár millum løgreglua og mótmælisfólk, og meiri enn 300 mótmælisfólk vórðu tikin.

Mikhail Saakashvili, forseti, kunngjørdi í gjárkvøkið, at hann hevði gjørt av at lýsa Tblisi í undantaksstøðu, og at tjóðartingið skuldi koman saman innan 48 tímar at staðfesta avgerðina.

Mótmælisfólkini, sum vóru fleiri túsund í tali, kravdu forsetan frá. Stjórnin sigur, at tað eru russar, sum seta fólkið upp ímóti stjórnini, men tað avsannaði russiska sendistovan í Tblisi í gjárkvøldið.