Skúli
Á heimasíðuni hjá Nes kommunu er greinastubbi um, at Tofta skúli síðan í januar mánaða í ár hevur royndarkoyrt tvey ymisk tráðleys ljóðanlegg inni í núverandi 3. og 6. flokki.
- Hetta kom í lag við tað, at Jóhannes Steingrund (Steingrund Akustik Sp/f) hevur verið við í arbeiðnum at útbyggja Tofta skúla fyri at fáa so góð ljóðviðurskifti sum gjørligt í bygninginum.
Í londum kring okkum er kravt, at undirvísingarhøli eru útgjørd við ljóðanleggi.
- Jóhannes hevur gjørt eitt uppsøkjandi arbeiðið fyri at finna hóskandi ljóðanlegg og hevur bjóðað Tofta skúla at royndarkoyra tey.
Nógvir fyrimunir
Á heimasíðuni verður sagt, at lærararnir sum heild eru sera væl nøgdir við tað eina anleggið av hesum báðum. Hetta er ein hátalalari, sum kann vera tráðleysur við innbygdum móttakara og forstyrkjara við sera góðum ljóði.
- Tvær mikrofonir hoyra til anleggið; ein vanlig mikrofon, ein at bera á høvdinum og fýra oyramikrofonir. Alt er tráðleyst.
Sagt verður, at henda útgerð vísir seg at hava nógvar fyrimunir í undirvísingarhøpi.
- Øll hoyra tað, ið sagt verður, og meira ró er í hølinum, sum aftur gevur betri arbeiðsfrið. Skjótari er at koma í gongd og harvið verður minni spillitíð. Undirvísarin ella næmingurin hevur ikki fyri neyðini at hevja røddina fyri at hoyrast, næmingurin gerst vanur við at hoyrast og lurtað verður eftir tí, hann hevur at siga.
Lagt verður aftrat, at oyramikrofonirnar eru sera góð hjálp til tey, ið hava ilt við at konsentrera seg.
- Anleggið kann setast til telduna, so tað eisini er hátalaraanlegg til teldu og samvirknu talvuna.
Aðrir fyrimunir, sigur heimasíðuna, eru, at anleggið fyllir lítið, og tú kanst taka tað við tær í hondina til undirvísing á øðrum staði, úti ella inni.
- Lærarar, sum hava roynt útgerðina, siga seg vóna, at hon verður tøk í øllum undirvísingarhølum á skúlanum, sigur Nes kommuna.
Størsta íløga
Ú-og umbyggingin av Tofta skúla er annars um at verða liðug, og ætlanin er, at skúlin verður alment tikin í nýtslu seinni í september.
Súni í Hjøllum, varaborgarstjóri og formaður í teknisku nevnd, vísir á, at skúlabyggingin er størsta íløga, sum Nes kommuna nakrantíð hevur gjørt. Kostnaðurin fer eitt sindur yvir 50 miljónir krónur.
- Við hesi alneyðugu íløgu verður Tofta skúli hølisliga ein sera framkomin skúli, har bæði skúlabørn, ungdómur og vaksin eisini í frítíðini kunnu fáa stóra nyttu av íløguni.
Fyrsta bygginevndin, sum varð sett í sambandi við ætlanir at útbyggja skúlan, varð sett longu í 1989, og formaður í hesi nevndini var Súni í Hjøllum.
- Verkætlanin var klár longu í 1990, og kostnaðurin tá varð mettur til 32 miljónir krónur. Men tá landsstýrið avtók 50%-stuðulin, sum hevði verið í gildi, samstundis sum tíðirnar í Føroyum versnaðu, varð ikki møguligt at fremja hesa útbygging tá.
Súni í Hjøllum sigur, at ein minni verkætlan var á pappírinum seinni í 1990-unum, men heldur ikki hendan gjørdist veruleiki, tí kommunan í staðin mátti raðfesta at byggja eldrasambýlið Vesturskin, sum stóð liðugt í 2004 og kostaði 16 miljónir krónur.
Einmælt samtykt
- Kommunan hevur kortini í mong ár sett av pening til skúlan, og soleiðis høvdu vit longu sett av 18 miljónir krónur av, áðrenn henda íløga varð samtykt, beint áðrenn seinasta bygdaráð legði frá sær.
Formaðurin í teknisku nevnd sigur, at nýggja bygdaráðið, sum tók við 1. januar 2005, endurskoðaði skúlaverkætlanina, men hetta endaði kortini við, at verkætlanin varð einmælt samtykt av sitandi bygdaráði tíðliga í 2005.
- Farið varð til verka um ársskiftið 2005/ 2006, og nú stendur bygningurin so at siga liðugur. Hetta fegnast vit um, og vit fegnast eisini um at sleppa at vísa skúlabyggingina fram alment – við einum hátíðarhaldi fyri bygdarfólkinum eins væl og gestum annars, sigur Súni í Hjøllum.
Sløk 200
Tá skúlin byrjaði aftur eftir summarfrítíðina í ár, byrjaðu 21 børn í 1. flokki í Tofta skúla.
Samlaða næmingatalið í skúlanum skúlaárið 2008/ 2009 er 199.
Á heimasíðuni hjá Nes kommunu verður sagt, at talið av lærarum, sum hava sína dagligu gongd á skúlanum, er 23, og umframt lærararnar eru fýra pedagogiskir stuðlar knýttir at skúlanum.
Allar tær nýggju stovurnar eru nú tiknar í brúk, umframt at nýggja fimleikarhøllin og aulan eisini eru liðug.
- Køkurin og hondarbeiðsstovan eru ikki heilt liðug enn, men verða væntandi klár at taka í brúk innan stutta tíð, verður sagt á heimasíðuni hjá Nes kommunu.