Síðsta hond verður løgd á fíggjarlógaruppskotið í hesum døgum, men enn er ov tíðliga at siga, hvussu nógvir pengar verða játtaðir til hvørt málsøki sær. Eitt stendur tó greitt, og tað er, at Landssjúkrahúsið verður útbygt sum ætlað. Í komandi fíggjarlóg verða 18 mill. kr. játtaðar til útbyggingina. Hvussu nógv verður sett av til umvælingar á Landssjúkrahúsinum er ikki greitt enn, tí landsstýrisfólkini eru ikki liðug at viðgera íløgukarmin enn.
Vit eru sjálvandi varhug við, at Landssjúkrahúsið er niðurslitið og í ringum standi. Íløgujáttanin er ein raðfesting og alt kann ikki henda í senn. Tann samlaða íløgujáttanin til alt landshúsarhaldið komandi ár fer at liggja um 126 mill. kr. ella har á leið. Tað ræður um at hava fyrilit fyri landsbúskapinum, so man ikki hitar hann óneyðuga nógv upp frá almennari síðu, sigur Helena Dam á Neystabø.
Tekniska deild á Landssjúkrahúsinum skjýtir upp, at 60 mill. kr. verða brúktar í fimm ár til umvælingar.
Tað er ov tíðliga at siga enn, um tað er realistiskt at vænta. Tað verður ein politisk avviging millum stýrini, hvussu fíggjarorkan verður býtt, sigur Helena Dam á Neystabø.
Útbygging
Í ár eru tvær mill. kr. brúktar til viðlíkahald av Landssjúkrahúsinum. Sambært fíggjarlógini hevur landsstýrið undan hesum ikki gjørt langtíðarætlan viðvíkjandi viðlíkahaldinum á Landssjúkrahúsinum.
Nú er tað serliga útbyggingin, satsað verður uppá. Tá ið hon er farið í gongd, ræður um at fáa hana lidna so skjótt til ber. Í langtíðarætlanini eru 18 mill. krónur settar av til útbyggingina næsta ár, møguliga verður talið nakað hægri, tí byggiætlanin er eitt sindur seinkað. Tað er avmarkað, hvussu nógv arbeiði vit kunnu hava í gongd í senn á Landssjúkrahúsinum. Vit eru sjálvandi klár yvir, at stórt umvælingararbeiði krevst, at betongið er illa farið, armeringin rustar o.s.fr., men raðfestingin er, at útbyggingin kemur framum. Umvælingar fara fram so hvørt útbyggingin verður tikin í nýtslu, og tann stóra umvælingin, sum er kravd her og nú, fer ikki í gongd við fullari kraft soleiðis beinanvegin. At útbyggingin verður raðfest hægri enn umvælingarnar er í samráð við leiðsluna og starvsfólkini á Landssjúkrahúsinum, sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskona.
Helena Dam á Neystabø væntar, at íløgukarmurin verður avgreiddur fyrst í komandi viku.