Team 85 fekk fult viðhald

Føroya rættur staðfesti týsdagin, at Tjóðveldisflokkurin skal rinda lýsingarfyritøkuni, Team 85, góðar 300.000 kr.

sakarmál

Eitt av heilt nógv umtalaðu sakarmálunum her á landi endaði týsdagin, tá Føroya Rættur feldi dóm í málinum millum lýsingarfyritøkuna, Team 85 og Tjóðveldisflokkin.
Málið snýr seg um lýsingar, sum Team 85 hevði gjørt fyri Tjóðveldisflokkin til løgtingsvali á vári 2002. Ein av hesum lýsingunum var tann nógv umtalað lýsingin í Sosialinum sjálvan valdagin, har Lisbeth L. Petersen, Jóannes Eidesgaard og Hoygni Hoydal vóru framstillaði í ymsum variantum sum blanding millum føroyingar og danir.
Hendan lýsingin varð høvuðstátturin í sakarmálinum, tí Tjóðveldisflokkurin metti, at hendan hevði skatt lýsignarherferðina. Hartil metti flokkurin seg ikki hava skyldu at gjalda alla upphæddina, sum Team 85 hevði sent rokning fyri, tí samlaði kostnaðurin av hesum var hægri enn tað, sum partarnir høvdu avtalað fyri samlaðu lýsingarherferðina.
Rætturin hevur áður biðið partarnar um at finna semju í málinum, men tá hetta ikki var gjørligt, varð dómur nú feldur. Hesin staðfestir, at Tjóðveldisflokkurin skal rinda lýsingarfyritøkuni tær 241 tkr., sum Team 85 segði seg hava krav uppá. Hartil skulu rindast rentur av upphæddini umframt sakarmálskostnað. Samanlagt verður talan um góðar 300 tkr., sum Tjóðveldisflokkurin sostatt skal gjalda.
Johnny Gaard, stjóri á Team 85, varð í Sjónvarpinum týskvøldið endurgivin fyri at siga, at hann fegnaðist um dómin.
Sum tað framgongur aðrastaðni í blaðnum í dag, so sendi Tjóðveldisflokkurin týskvøldið út tíðindaskriv. Har verður staðfest, at flokkurin tekur við dóminum, men samstundis verðu áhersla løgd á, at tey harmast um endan, sum málið fekk.
- Eg hevði høvdu vónað at vit fingu ein avsláttur í prísinum, tí vit halda okkum hava fingið eina sera ringa viðferð frá lýsingarfyritøkuni, og vit halda, at umrødda lýsingin hevur verið sera skaðilig fyri alt valstríðið og fyri flokkin. Men eg noyðist at taka dómin til eftirtektar og ásanna, at løgfrøðin sigur nakað annað, staðfestir Høgni Hoydal í skrivinum.
- Tað einasta eg kann fegnast um í hesum máli, er at málið nú er lýst til fulnar í einum dómi, og at vit við dóminum hava fingið eitt skjal sum greiðir frá allari gongdini við lýsingarátakinum og teirri nú so kendu lýsingini, sigur formaður Tjóðveldisfloksins at enda.
Í tíðindaskrivinum verður annars sagt, at flokkurin hevur avsett pening til eitt møguliga tapt sakarmál, og at upphæddin tí verður rindað Team 85 í næstum.