Team Danmark: Pálshøll fyrimyndarlig

Bók um Team Danmark: Pálshøll fyrimynd fyri hvussu farast kann fram, uttan at tað verður ov dýrt.

 

Í hesum døgum verður givin út bók um Team Danmark, sum hevur 30 ár á baki. Ein partur av bókini snýr seg um avbjóðingina í at skapa nóg góðar fasilitetir til ítróttarfólk í Danmark.



Sum fyrimynd fyri hvussu man kann gera tingini, uttan at talan gerst um verkætlanir, sum eru ov dýrar til yvirhøvur at gjøgnumføra,  verður víst til langhylini í Vági.



Í bókini “30 år med Team Danmark”, er ein partur, sum umrøður avbjóðingina at skapa góðar umstøður til ítróttina. Í hesum sambandi verður Páls Høll nevnd sum eitt gott dømi um at lokal hava tikið ábyrgd av at skapa allarbestu umstøður til ítróttina, uttan at talan gerst um eitt projekt í fleiri 10tals ella og 100tals millióna klassanum.



Bókina liggur á netinum – og Páls Høll verður umrødd frá síðu 56 og frameftir, lesið meiri her: http://www.e-pages.dk/teamdanmark/115/




Vælverudepilin væl á veg

Flisaarbeiðið í vælverudeplinum gongur væl og fyrsti heiti potturin er longu komin inn.

Vælverudepilin í langhylinum tekur í hesum døgum skap.


Í vælverudeplinum eru tvey massagu-rúm, sauna, dampbað, hitapottur og boblu-bað. Eisini verður heit og køld brúsa



Vælveru Fitness


Í februar letur upp fitness depil í Pálshøll.


    Tann 1. februar 2015 letur upp nýtt fitnesscentur í nýggja langhylinum í Vági, tá Vælveru Fitness letur upp í Vági.



Hetta skrivar svimjihollin.com