Team Klaksvík hevur sett Pole J. Hansen sum høvuðsvenjara fyri komandi kappingarár. Tað boðar felagið frá á sínari heimasíðu.
Pole J. Hansen er strandingur og hevur fleiri dystir fyri StÍF á baki.
Damir Oros, sum seinasta kappingarár var leikandi venjari, verður leikandi hjálparvenjari hjá venjaranum.
Umframt venjarabroytingina hevur Team Klaksvík knýtt Zarko Pejovich úr Bosnia at hópinum.
Fyrstur dystur hjá Team Klaksvík í bestu deildini verður hin 27. september í badmintonhøllini í Klaksvík, tá Neistin vitjar.