Tapti Klaksvík tapti aftur greitt og uppiborið hesaferð.
Greipuvinnararnir úr Neistanum runnu klaksvíkingarnar um koll og vunnu 41-24.
Fríðin Ziskason er formaður og partur av leikarahópinum hjá Team Klaksvík, sum royna seg í fremstu deildini fyri fyrstu ferð.
Felagið setti sær sum mál at menna ungu og óroyndu spælararnar, sum ætlandi skulu bjóða hinum av um tvey ella trý ár.
Við støði í menningini, er Fríði Ziskason nøgdur.
– Støðan er í lagi. Vit seta okkum smá mál. Vit hava tapt stórt í øllum dystunum, og longu aftaná 15 minuttir plaga dystirnir at verða avgjørdir. Tað vildu vit ikki í dag, og vit vóru aftan fyri við trimum málum, so tað var í lagi, sigur Fríðin Ziskason við neistin.fo.
Royndu at renna við
Tað var serliga seinastu løtuna, at Neistin rann undan gestunum.
Heimaliðið skeyt 11 mál seinastu 15 minuttirnar í fyrra hálvleiki, og Team Klaksvík fekk bara fýra.
Útgangsstøðið hjá klaksvíkingum var øðrvísi hesaferð, sigur Fríðin Ziskason. Hann ger greitt, at Team Klaksvík royndi at renna við Neistanum, heldur enn at draga ferðina úr dystinum.
– Teir fáa færri mál eftir skjótálop, so tað riggaði í ein ávísan mun. Vit ætlaðu at halda teimum frá at fáa 40 mál hesaferð, men tað eydnaðist akkurát ikki, sigur Fríðin Ziskason við heimasíðuna hjá Neistanum.
Tá Team Klaksvík og Neistin spældu í Klaksvík í fyrsta umfarinum vunnu greipuvinnararnir 49-32.
Finnur Hansson, Neistin, var toppskjútti í gjár við 10 málum.