Team Klaksvík vann í Kollafirði

Kollfirðingar vóru ongan tíð av álvara við í dystinum, tá Team Klaksvík vitjaði í kvøld

So bragdaði aftur hjá Klaksvíkingum.

 

Undan dystinum í Kollafirði í kvøld vóru einastu stigini hjá Team Klaksvík tey, sum vórðu vunnin á útivølli móti StÍF - og kanska tvey afturat móti Kyndli - men í Kollafirði í kvøld varð úrtøkan tvífaldað.

 

Frá byrjan var tað Team Klaksvík, sum tók um stýrisvølin, og KÍF hevði meira enn ilt við at fylgja við.

 

Undan steðginum var leiðslan komin upp á sjey mál, og eftir steðginum sleptu teir ongan tíð takinum.

 

Heilt stóri spælarin hjá klaksvíkingum var Bogdan Florea, sum skeyt heili 12 mál. Poul Finnur Egholm skey sjey mál fyri kollfirðingar.

 

KÍF-Team Klaksvík 23-30 (8-15)