Team Rynkeby Føroyar súkklar til París

Team Rynkeby Føroyar fer at súkkla til París í summar. Ikki síðan 2019 hevur verið møguligt at súkkla til París vegna strongu ferðareglurnar í sambandi við koronafarsóttina.

Í 2020 varð súkklað í Føroyum í fýra dagar, og í fjør fekk liðið eina framúr góða súkkluviku í Danmark. Nú sær út til at hepnast aftur við túrinum til París.

 

Hósdagin 7. juli byrjar ferðin við tiltaki kl. 10.30 í Helnabrekku í Klaksvík. Eftir tiltakið í Klaksvík verða fyrstu 105 km súkklaðir, tá ið leiðin gongur til Havnar umvegis Toftir og gjøgnum Sundalagið. Túrurin hósdagin endar kl. 18.35, tá ið móttøka verður á Perlutorginum við Reinsaríið

 

Skráin fyri túrin hósdagin er henda:

 

Kl. 10.30: Móttøka í Helnabrekku í Klaksvík.

 

Kl. 11.20: Klaksvíkar sjúkrahús

 

Kl. 12.15: Býráðshúsið í Norðragøtu

 

Kl. 13.15: Undirhúsið á Toftum

 

Kl. 14.00: Betri í Saltangará

 

Kl. 14.35: Bakkafrost á Glyvrum

 

Kl. 16.05: Margáir í Streymnesi

 

Kl. 18.35: Perlutorgið við Reinsaríið í Havn

 

Seinni um kvøldið fer liðið – 48 súkklarar og 12 hjálparfólk – við Norrønu til Danmarkar. Leygardagin 9. juli leggur Norrøna at í Hirtshals, og tá byrjar súkkluferðin av álvara. Næstu vikuna súkklar liðið gjøgnum Danmark, Týskland, Holland, Belgia og Frakland. Tá ið ferðin endar í París í Fraklandi leygardagin 16. juli, hava súkklararnir fingið 1377 km í beinini.

 

Á ferðini til París fer Team Rynkeby regluliga at leggja myndir út á sosialu miðlarnar, og fólk kunnu fylgja ferðini har.