Team Rynkeby rullar aftur

Aftur í ár bjóðar Team Rynkeby til galladøgurða á Hotel Føroyum.

Fyri aðru ferð er Team Rynkeby Føroyar farið undir at savna inn pening til børn við krabbameini í Føroyum. Í summar leggja nógvir súkklarar leiðina til París, men longu nú er nógv á skránni, sum skal savna inn pening til børn við krabbameini.

 

Eitt afturvendandi tiltak er galladøgurðin á Hotel Føroyum

 

Í fjør gav galladøgurðin 200.000 kr til innsavningina, og aftur í ár hava nógvir føroyskir tónleikarar og skemtarar játtað sína tíð og orku til at upptraðka til Galladøgurðan. Nógv góð nøvn eru á skránni, umframt ein góður døgurði og drekka afturvið, so kvøldið verður ikki keðiligt - serstakliga tá tað eru Team Rynkeby súkklararnir, ið varta upp og servera. Tá kann hvat sum helst henda. Millum nøvnini, ið luttaka í ár eru Døgg Nónsgjógv, Ernst Sondum Dalsgarð, Tórshavnar Manskór og Tróndur Enni og Lív Næs.