9. mars bleiv Teddy Michelsen í Tvøroyri 75 ár. Teddy er føddur og uppvaksin í Valinum á Tvøroyri. Hann fór til skips sum 17 ára gamal og sigldi undir krígnum. Sum 20 ára gamal fór hann á Føroya Sjómansskúla, og hann sigldi í tilsamans 25 ár. Miðskeiðis í 60-unum fekk hann arbeiði hjá Landsverkfrøðinginum í Øravík sum maskinførari. Hetta arbeiði fevndi yvir alla Suðuroynna, og hevði hann ábyrgd av kavaruddingini til Hvalbiar og Sandvíkar. Sum limur í fakfelagnum Fylking, var hann formaður í eitt tíðarskeið. Eisini var hann nøkur ár í nevndna í Føroya Arbeiðarafelag. Teddy giftist í 1956 við Odu, fødd Bech, úr Trongisvági. Tey eiga fýra døtur, tríggjar búgva í Danmark og ein býr í Havn.