TeenStreet á Argjahamri í gongd í morgin

220 tannáringar og 130 hjálparfólk eru við á leguni

Var alt, sum tað plagdi ella átti at vera, so fóru í hesum døgum millum 300 og 400 føroyingar – tannáringar og hjálparfólk av ymsum slagi - til Týsklands á TeenStreet legu, har uml. 4000 onnur eisini vóru savnað. Ella soleiðis hevur tað verið nú í mong ár. Men hesum setti corona sjúkan ein stoppara fyri. Í fjør varð stóra legan í Týsklandi avlýst, og smærri legur vórðu hildnar runt um alt Europa.

 

Ætlanin var so allatíðina, at stóra legan skuldi vera í Týsklandi aftur í ár, men corona epidemiin skikkaði sær ikki, sum vónað var, og tessvegnað varð legan so enn einaferð avlýst.

 

Men TeenStreet heldur fram kortini, og í morgin vera smærri legur runt um alt Europa. Legurnar enda sunnudagin og leisturin og evnið er tað sama á øllum støðum.

 

Í Føroyum verður legan hildin á Skúlanum á Argjahamri og seinnapartin í morgin stevna eini 350 fólk niðan hagar á legu. Tey eru uml. 220 tannáringar og restin eru hjálparfólk.

 

Í dag vera seinastu fyrireikingarnar gjørdar, og fyrireikararnir siga, at tey eru klár seinnapartin í morgin.