Fóru tey í Harrans hendur
systkin trý fimm fjórðingsár,
ein er Hann, ið lagnu bendir
og for hvørjum lívi rár.
---
Elinborg í Mikladali,
onkarsystir brøðrum tveim,
tikin fyrst bleiv burt av vali
til hitt høga Himnaheim.
Still hon gekk á foldarvegi,
still hon inti sína gerð;
gjørdi øllum bara gleði
til hon fór úr hesi verð.
Eftir situr eina maður,
hollur altíð síni frú,
hann í sorgini tó glaður
minnast kann á lív í trú.
---
Síðani Andreas móður
flutti burt sítt jarðartjald,
tá ov tungur bleiv hans róður
og hans fet, tey vóru tald.
Tá hann fór, vit máttu sanna,
enn glopp kom í tann garð,
hann við vinum hevði mannað,
nú hann ikki meira var.
---
Fangaður í sóttarsnaru,
Pauli tó eitt skotbrá fekk
millum síni hjartans kæru,
til tað heldur ikki gekk.
Nú hann fór til landið fjara,
burt at finna systkin tvá,
har tey bíða høvdu bara,
til hann aftur var teim hjá.
---
Trý tit bóru navn »í Skúla«,
trý tit farin eru nú
um hin evsta lívsins múla,
burt at finna Himnabú.
Elinborg, Andreas, Pauli,
tøkk for tykkar vinarlag,
tøkk for lív, eig hvíld í friði
undir halgum foldarflag.
-----
pmp