[Teir] stendur fyri klæðum til mannin og [Tara] stendur fyri klæðum til kvinnuna. Handilin leggur dent á eisini at hava klæðir í stórum støddum. Á deildini við klæðum til ungfólk eru fleiri nýggj merkir, sum ikki hava verið seld í Føroyum áður. Bonnie & Clyde verður navnið á hesi deildini, sum leggur seg eftir at vera fyrst við tí nýggjasta mótanum. Ætlanin er eisini at fara at selja skógvar seinni í ár.
Tað er Hans Anton Thomsen í Saltangará, sum eigur handilin. Hann 43 ára gamal, ættaður av Strondum og býr í Saltangará. Hann lærdi til krambarkall hjá Thomas Dam í Havn frá 1979-82 og arbeiddi eitt ár á einum byggimarknaði í Týsklandi.
Í 1985 byrjaði hann sum sjálvstøðugur og læt upp klædnahandilin Jungmann í Saltangará. Frá 1989-91 hevði hann eisini eina deild í Niels Finsensgøtu í Havn.
Hann byrjaði aftur við eini deild hjá Jungmann við Heykavegin í Havn í 2001, til hann nú læt nýggja handilin [Teir] og [Tara] upp við Staravegin.
Í Havn eru tey fýra starvsfólk og hjá Jungmann í Saltangara eru tvey starvsfólk.