Tunnilsgerð
Teir hava asflterað ein part av vegbreytini í Vágatunlinum. Onnur síðan av breytini hevur fingið fyrsta fyribilslagið álagt soleiðis umleið ein kilometur inn í tunnilin, sigur Hermann Lindberg hjá NCC.
Hermann Lindberg sigur, at teir eru komnir umleið í helvt við at gera vegbreytina lidna. Tað vil siga, at teir byggja breytina upp frá grundini av. Leggja frárensl og rør til ymsar leiðingar í, eins og nýtt tilfar verður lagt til sjálva koyribreytina, áðrenn asfalterast skal.
Rør og brunnar, sum skulu liggja í vegbreytini, eru liðug, sigur Hermann Lindberg.
NCC ger breytina, meðan Landsverkfrøðingurin stendur fyri asfalteringini.
Tað næsta, sum NCC skal undir, er at vatntryggja loftið. Tað vil siga at leggja fóðringar undir loftið, so vatnið verður leitt út í síðurnar og rennur burtur gjøgnum tær leiðingar, sum gjørdar eru til tað. Okkurt skal stoypast í stóra brunninum, og so verður tað arbeiðið liðugt. Sum skilst á Hermanni Lindberg, verður tað heilt skjótt. Eftir er so hjá NCC at gera portalarnar við báðar munnarnar.
Niclas Foldbo, byggileiðari hjá P/F Vágatunlinum, sigur, at arbeiðið inni í tunlinum gongur eftir ætlan.
Tíðarætlanin, sum sett er til hálvan februar komandi ár, fer at halda, sigur hann, men ásannnar kortini, at tað hevði verið ein fyrimunur fyri allar partar, um liðugt var fyrr. Men at fáa hann at siga nakað um, hvørt tað møguliga verður fyrr liðugt, ber bara ikki til.
Niklas Foldbo sigur, at kaðalarbeiðið inni í tunlinum gongur sum ætlað. Rør eru løgd at draga kaðalar ígjgønum. Bæði til veikstreym og sterkstreym, sigur hann.
Tað er eitt danskt-føroyskt samtak, sum hevur fingið arbeiðið at gera. Danska felagið eitur KB Elteknik, og hevur deild í Føroyum, sum eisini er autoriserað, meðan Thorvald Gaardlykke er føroyski parturin í samtakinum.
Kostnaðurin fyri tann partin av tunnilsgerðini fer at liggja um 12 milliónir krónur, sum liggur rættilgia nær tí, mett varð frammanundnan, sigur Niklas Foldbo. Kaðalarbeiðið verður væntandi liðugt samstundis sum restin av arbeiðinum inni í tunlinum.
Umframt verður so arbeittt við at gera vegirnar báðu megin tunnilin lidnar.
Í Leynum eru múrarnir og súlurnar til brúnna stoypt, meðan enn er eftir at stoypa dekk og yvirbygning. Eisini verður arbeitt upp á rundkoyringina við tunnilsmunnan Streymoyarmegin.
Í Vágum er tað stóra svingið omanvert Fútaklett, sum arbeitt verður við í løtuni. Spreingiarbeiðið er liðugt har, og fyllast skal nú út, so sjálv vegføringin kemur upp á pláss.
Eftir er so at gera vegin suður móti tunnilsmunnanum heilt lidnan í ovara borði, eins og eisini skal gerast liðugt har suðuri, sum byggiplássið hjá NCC var norðanvert munnan, sigur Niklas Foldbo, byggileiðari hjá P/F Vágatunlinum.