Teir doyggja ongantíð

So kom hon á marknaðin. Fløgan, sum allur heimurin hevur bíðað eftir í spenningi. Ein fløga, sum fer at skapa globala debatt millum heimsins ríkisleiðarar og vísindafólk. Ein fløga, sum orð og tónar skapa ordan í kaos og lyfta lurtaran upp í atmosferuni. Og sum eins stillisliga ber teg niður aftur á jarðarflatuna

Dynamit

Nógv kann helst sigast um villu kúllarnar handan Dynamit. Men smædnir eru teir ikki. Superlativini omanfyri eru hálvgum stolin beinleiðis úr snotuliga húsanum á nýggju útgávuni, sum eisini verður teirra seinasta. DynamitPerlur.

Dynamit brakar
Navnið spillir ongan, verður tikið til. Men nú nýggj navnabók er komin á marknaðin, kundi eisini verið spennandi at vita, hvør merkingin í heitinum á fløguni er. Hetta er tó neyvan skrásett í bókini hjá Árna, vit loyva okkum tó kortini at gera eina roynd at greina hetta. Kanska eisini við nakað av hjálp frá bólkinum sjálvum.
Dynamit er jú uppfinningin hjá Alfred Nobel. Eitt vandamikið spreingievni, sum skapar buldur og brak. Kaos og oyðileggjan, og partvíst er hetta eisini tað, sum Dynamit hevur staðið fyri ígjøgnum nógv ár. Vónandi hava teir tó ikki oyðilagt alt ov nógv, men buldur, brak og kaos kunnu teir í øllum skriva undir uppá. Teir hava stutt sagt larmað fyri seg, og um ikki kaos, so hava teir í øllum førum órógvað fatanina av, hvat góður tónleikur er. Ella kanska hava teir bara vent ringinum, soleiðis at sjálv upplivingin við tónleikinum er tað, sum ger av, hvørt talan er um góðan tónleik ella ikki. Nakað sum 8.000 áhoyrar til seinastu framførsluna hjá bólkinum eisini bóru boð um.

Dýrabærar perlur
Perlur er nakað av tí dýrabærasta, sum finst. Samstundis kann orðið perla eisini merkja detenatorurin til dynamit. Tað sum fær evnið at spreinjast.
Og á fløguni er talan sum so eisini um báðar týdningar. Tí hvat fólk halda ella ikki, so mugu øll ásanna, at talan hevur verið um nógvar perlur á teimum fýra undanfarnu útgávunum.
Og hesaferð verður bumban so eisini slept. Tað varð hon sum so eisini á Summarfestivalinum, ið varð proklamerað sum seinasta upptraðkanin hjá bólkinum nakrantíð. Eftir hesa útgávuna - teirra fimtu - er Dynamit sprongt. Einaferð med alla.

Speiskur álvari
Perlurnar liva tó framvegis í besta stíli. Á nýggju útgávuni, har bólkurin sjálvur hevur valt sínar bestu, eru ivaleyst fleiri, sum onnur eisini vildu havt við. Grøv nu. 13, Pápi tín býr ei í Tórshavn, Skúlin er liðugur, Jomba lama lao og Omman við gjógv eru sjálvsøgd løg. Onnur teljast avgjørt eisini millum fólksins favorittar, meðan aftur onnur kanska áttu at verið við.
Og so eru eisini trý nýggj løg á, og einki er at ivast, at okkurt teirra - og kanska øll trý - verður seinasta stóra landaplágan hjá Dynamit. Vit finna tann um samkynda frensin hjá Óla. Ein sangur, sum í øllum førum lærir okkum, at um ein ketta mjavar við norðoya-dialekt. So rímar mjav-mjav-mey upp á gay. Bim bim bi lim. Ja, bara heitið mest sum rópar um at gerast eitt Dynamit-hitt. Og so at enda sangurin »Til allar kvinnur«. Ein mest sum tárandi ballada, sum eisini avdúkar tí meira álvarsligu síðuna av bólkinum.
Tí hóast stuttleikan, rokaligheitina og undirhaldið. So hava tekstirnir í nógvum førum eisini sínar álvarsligu síður. Álvarsligar síður, sum ofta finnast best við at koppa tingunum eitt sindur á. Tað er nú einaferð soleiðis, Dynamit-stílurin altíð hevur verið.

Djarvir festival-fyrireikarar
Nú bólkurin stendur á seinasta vegamótinum, er tað eisini ein heldur bergtikin Niklas Heri Jákupsson, sum altíð hevur verið ein av frontfigurunum í bólkinum, sum vit fingu orðið á. Spurningur var sum so einfaldur: Høvdu tit nakran tíð ímyndað tykkum, at tit nakran tíð skuldu geva út eina uppsamlingsfløgu við bestu Dynamit-sangunum?
- Upp á ongan máta. Fyri at siga tað akkurát, sum tað er, so var dreymurin sum so sera einfaldur. Tá eg fyrstu ferð fór á ein pall at syngja, var mítt størsta ynski at sleppa at spæla til dans. Bara eina-einastu ferð. So var eg glaður.
- Tað eydnaðist, og so var næsti dreymurin at spæla til konsert. Næsta stigi vóru útgávur, men eftir fýra av slagnum, mest sum troyttaðust vit. Familja, hús og børn vóru eisini komin inn í myndina, og tí mest sum følnaði hetta burtur. Og satt at siga, so helt eg, at Dynamit-tíðin var av.
- Tí var eg ótrúliga bilsin, tá vit vórðu uppringdir av fyrireikarunum av Summar-festivalinum. Og mest av øllum, so helt eg teir vera ótrúliga djarvar. Ikki bara vildu teir hava okkum at spæla. Teir vildu hava eitt avdankað popp-orkestur at hava seinastu konsertina á festivalinum. Sjálvt endabrakið.
- Og satt at siga, so gjørdust vit eisini stoltir av hesum. Onkursvegna, so hava vit sjáldan fingið nakran veruligan respons upp á tónleikin. Sjálvt um sølan aloftast er besti mátistokkurin, so er tað sjáldan, at nakar hevur róst okkara avrikum sum nakað ótrúliga gott. Tí má eg eisini siga, at tað er Steintór Rasmussen, sum eigur størstu æruna fyri, at hendan fløgan nú kemur út. Hann hevur eggjað okkum til hetta, og tað má eg siga, at vit eru ótrúliga takksamir fyri. Nú trúgvi eg næstan eisini sjálvur uppá, at hetta verður ein succés, staðfestir Niklas Heri at enda.
Dynamit takkaði fyri seg, tá teir á Summarfestivalinum sungu »Vit vilja ongan tíð doyggja«.
Takið tað bara róligt. Tit doyggja ongantíð!