Estunlar.fo skrivar soleiðis í dag
Í síðstu viku vóru 70 metrar boraðir í alt. Boraðir eru nú 10.387 metrar av 10.786 metrum í Sandoyartunlinum. Sostatt eru nú 399 metrar eftir at bora.
Á Gomlurætt øktist longdin við 46 metrum. Har eru nú boraðir í alt 4.787 metrar. Arbeiðið við at tryggja gongina, við vánaligum tilfari er nú liðugt.
Í Traðardali vóru boraðir 24 metrar. Har eru nú boraðir 5.600 metrar í alt. Borað verður ikki meiri frá hesi síðuni. Arbeiði at rigga av og at fyrireika at gera tunnilin lidnar byrjar í staðin.
Á leinkjuni niðanfyri ber til at síggja longd og dýpd. Eisini ber til, at fylgja við boringini og síggja á korti, hvussu langt boringin er komin:
https://www.estunlar.fo/.../sandoya.../framgongd-vid-boring/