Teir eru givnir á Svangaskarði

1. DEILD: Orsakað av mjørka er dysturin millum B68 og FC Hoyvík avblástur

Teir í FC Hoyvík rigga nú til at fara av Svangaskarði og suður aftur í høvuðsstaðin.

Teir eru noyddir at fara inn aftur á Toftir ein av næstu døgunum.

Orsøkin er tann, at tað var ov tjúkt at spæla fótbólt á Svangaskarði ídag.

Tá ið teir høvdu spælt í ein hálvan tíma ella so, og støðan framvegis var málleysur javnleikur, bríkslaði dómarin, tí tað orsakað av mjørka ikki bar til at spæla fótbólt.

Tað varð bíðað í eina løtu, meðan tað varð tosað um, hvat var til ráða at taka, men so gjørdi dómarin av, at tað ikki vóru líkindi at spæla fótbólt, og harvið er neyðugt ein av næstu døgunum at royna aftur.