tapari
Fyri áskoðaran til steypafinaluna hjá monnum tóktist tað greitt, at vestmenningar als ikki vóru klárir til dystin. At teir onkursvegna hava tapt fyri StÍF somikið ofta, at teir ikki longur trúgva upp á møguleikan.
Og tá vit eftir tapið fingu orðið á Áka G. Olsen, var hetta ein staðfesting, sum hann illa fekk skákað sær undan.
- Eg fái illa nokta fyri, at tað er so. Í øllum førum eru teir nógv meira tendraðir, enn vit eru, og vit fáa ongantíð takið á dystinum. Vit fáa sjálvandi nøkur mál aftur, men tað fært tú aloftast. Tað var í øllum førum ikki so, at vit vóru serliga nær nøkrum sigri nakrantíð.
Nakað annað, sum eisini eyðkennir dystirnar hjá tykkum móti StÍF, er, at Marian altíð tykist hava ein góðan dag móti tykkum. Eru tit onkursvegna bangnir fyri honum?
- Tað var í øllum førum eisini ein munur millum liðini í dag. Vit fáa ikki bóltin fram við honum, og 22 mál eru í øllum førum alt ov lítið. Eg veit ikki, um tú skalt tosa um nakað kompleks í so máta, men vit kunnu so bara staðfesta, at teimum dámar ógvuliga væl at vinna á okkum, segði Áki G. Olsen at enda.