Hóast teir italsku veljararnir hava eitt ørgrynni av valevnum at velja ímillum á tjóðartingsvalinum, sum endar seinnapartin, so stendur stríðið í síðsta enda ímillum tveir menn. Teir kunnu velja ímillum tann 69 ára gamla ríkmannin Silvio Berlusconi, sum hevur verið forsætisráðharri seinastu fýra árini, og tann 66 ára gamla búskaparprofessaran Romano Prodi, sum vann á Berlusconi í 1996, men sum kanska er betur kendur sum fyrrverandi formaður í ES-nevndini.
44 milliónir fólk í Italia hava atkvøðurætt á valinum hesaferð umframt tríggjar milliónir italiumenn, sum búgva uttanlands. Meiningakanningar undan valinum vístu, at tað verður sera javnt ímillum partarnar, og politiskir eygleiðarar í Rom eru á einum máli um, at tann, sum tapir, hevur onga framtíð í italskum politikki.
Sum so ofta fyrr kann veðrið ávirka valúrslitið. Í gjár var av fagrasta veðri nógvastaðni í Italia, og valkøn siga, at tað kemur vinstravonginum hjá Prodi til góðar. Um tað er so, fáa vit at síggja í kvøld.