Teir fingu eina mynd – tó ikki av Johan á Plógv

Hondbóltsfjepparar úr Havn hava verið í Póllandi og sæð dystir í HM í hondbólt

Og sjálvt um teir ikki fingu mynd av føroyska Jóhan á Plógv, sum er uppvaksin í Kyndli, so »var hetta heldur ikki forakta«.

 

Soleiðis skrivaði Birgir Sondum úr Havn á Facebook.

 

Hann hevur verið í Póllandi saman við vinmonnum og hugt eftir hondbólti.

 

Við Dimmalætting greiðir hann millum annað soleiðis frá:

 

– Vit vera ongantíð mettaðir av hondbólti. Tá ið vit fríggjadagin hava sæð hálvfinaluna, hava vit sæð 15 dystir, og vit fegnast um spælið. Noreg, Frakland, Spania og Týskland hava víst framúr gott spæl.

 

– Vónbrotið hevur verið, at pólsku vertirnir ikki hava rokkið úrslitum, sum teir høvdu vónað. Annars hevur talan verið um so at siga eina rúgvu av eykavinningum, sigur Birgir Sondum við Dimmalætting.

 

– Tað er bíligt at ferðast úr Danmark og til Pólland, og flogferðin er stutt. Vit leigaðu okkum bil her niðri, og so hava vit koyrt og vitja kendu støðini. Vegirnir eru fínir, og ferðsla og alt annað er væl skipað, og so búgva vit væl og fyri lítlan penga, tá ið sammett verður við tað, sum kostnaðurin er fyri at vera ferða fólk í skandinavisku londunum, sigur Birgir Sondum.

 

Í dag verða teir báðir aftur í Føroyum eftir minniliga hondbóltsferð.

 

Meira kann lesast í samrøðu við Birgir Sondum í Dimmalætting.