Í gjárkvøldið tóku seks kavarar endaligu royndina á vinnukavaraskúlanum í slangukaving. Hetta eru teir fyrstu, ið taka hesa útbúgvingina í Føroyum. Krøvini, ið verða sett vinnukavarum verða alsamt strangari innan bæði í alivinnuni, byggivinnuni og í skipavinnuni. Slangukavarar kunnu avgreiða uppgávur, ið aðrir kavarar ikki kunnu, eitt nú kunnu teir sveisa, skera, brenna, bora og slíp við amboðum, ið fáa orku oman fyri vatnskorpnuna.
Á myndini eru næmingar, lærari og próvdómari eftir royndina. Frá vinstru er tað Janus Joensen, lærari, Bent Tommy Vang, Torkil Zachariassen, Vilhelm Hansen, Heri Mørkøre, próvdómari, Magni J. Hansen, Tummas Kjærbo og Johan Nilssen.