Ein góðveðursdag herfyri hugnaðu tveir menn sær í luftini yvir Sandarfløtti á Sandi við tí, sum á fremmandamáli verður rópt “paragliding”.
Í www.sprotin.fo stendur um orðið, at hetta er at sveima spakuliga ígjøgnum luftina í fallskíggja eftir lop úr flogfari ella av einari egg.
Vit hava av og á sæð slíkt í Føroyum áður, men menninir, sum henda dagin hugnaðu sær yvir Sandarfløtti, brúktu ikki bara uppdriftina í sjálvari luftini, men høvdu lítlan motor, festan í setrið aftanfyri.
At síggja til henda dagin, har báðir stundum vóru í luftini í senn, kundi hetta saktans verið eitt ítrív ella ein ítrótt, sum fleiri í Føroyum høvdu áhuga fyri.
Men, slíkt er sjálvsagt ikki vandaleyst, tá tú sveimar so langt uppi, og lítil ivi er um, at tú skalt vera nærlagdur og gera tínar royndir, áðrenn tú kennur teg tryggan í slíkari flúgving.
Hinvegin sá ikki út til, at menninir høvdu nakran sum helst trupulleika, hvørki við at flúgva ella at seta seg aftur, tí meðan teir flugu og sveimaðu, vóru teir fleiri ferðir niðri á vøllinum og fóru síðan uppaftur.
Wikipedia sigur, at paragliding er ein systirítrótt til drekaflúgving - ella hanggliding, sum tað verður rópt á fremmandamáli.