Á Argjum plagdu tey at halda við B36. Ivaleyst eru tað framvegis tey á Argjum, sum taka á við árstalsfelagnum, men tað er vorðið longri ímillum tey, síðani AB fór at gera um seg í bestu deildini.
Í dag fær AB vitjan av B36, og teir í árstalsfelagnum vita, hvat bíðar teimum. Fyri einari viku síðani var tað óvæntað, tá ið tað eydnaðist AB á heimavølli at vinna 2-1 ímóti HB. Argjamenn løgdu øgiliga nógv fyri, og teir ætla at endurtaka avrikið í dag.
Hjá B36 snýr tað seg um at styrkja um støðuna í kappingini um fjórða plássið. Hjá AB snýr tað seg um at styrkja um støðuna í kappingini um at sleppa undan at flyta niður.
Hjá AB er liðformaðurin Jákup Pauli Breckmann tøkur aftur, eftir at hann ímóti HB var leikbannaður.
Ivasamt er tað, um ársins spælari á Argjum Marius Kryger Lindh verður við. Hann hevur ikki verið tøkur síðstu ferðirnar. Málverjin Rói Zachariasen hevur seinastu vikurnar verið darvaður av knæskaða, men hann hevur kortini verið á beinkinum. Í málinum hevur staðið amerikanski Antonio Borelli, sum í 2-1 sigrinum ímóti HB var sannur brandur.
Hjá B36 er Benjamin Heinesen tøkur aftur eftir leikbann. Hann varð í gjár ein hálvan tíma undanleikloki skiftur inn á næstbesta liðið, sum á heimavølli vann 4-1 ímóti 07 Vestur. Benjamin skoraði 4-1 málið. Thor Høholt er farin av landinum, og Brian Jakobsen hevur seinastu ferðirnar verið burturstaddur.